Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
Bæði í Dimmalætting (28. mai) og í Sosialinum (1. juni) hevur Miðflokkurin havt eina yvirlýsing, har tingmenninir, Jenis av Rana og Bill Justinussen, leggja landsstýrið undir við vilja at hava hildið týðandi upplýsingum aftur fyri løgtinginum í málinum um Miðnámsskúlan í Suðuroy.
Eg fekk høvi til at gera viðmerkingar til hetta í útvarpinum næstsíðsta leygarkvøld, men haldi tað eisini vera rætt - hóast nakað seinur á sjóvarfallinum - at vísa hesum grovu og ósonnu ákærum aftur í bløðunum, tí tað passar ikki, at upplýsingar við vilja eru hildnar aftur fyri løgtinginum.
Í sambandi við ætlanina um skúladepil og ellis- og røktarheim í Suðuroynni bað landsstýrið Arkitektavirkið Árna Winther um eina meting, sum m.a. skuldi lýsa møguleikar og ivamál. Hesa metingina fingu vit í einum uppriti 24. február í ár.
Tað er hesa arkitektafrágreiðingina, sum Miðflokkurin leggur okkum undir við vilja at hava hildið aftur fyri løgtinginum. Men hetta er ósatt!
15. mars hevði landsstýrið fund við allar kommunurnar í Suðuroy um málið, har eisini umboð fyri Arkitektavirkið legði sínar metingar fram, og enntá var eitt modell av einum møguligum ellis- og røktarheimi víst fram. Hetta hevur eisini verið frammi í bløðunum.
Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroy varð lagt fyri tingið 27. apríl í ár, og 1. viðgerð var 3. mai. Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a.: "Av tí at Arkitektavirkið hjá Árna Winther hevur staðið fyri prosjekteringini av miðnámsskúlanum í Vági, hevur Mentamálaráðið heitt á Arkitektavirkið um at gera eina byggitekniska meting í sambandi við, at ætlanin er at byggja ein skúladepil í Suðuroy,?"
Tað stendur sostatt svart upp á hvítt í sjálvum lógaruppskotinum, at ein byggitekninsk meting er gjørd í sambandi við málið. Kortini loyva tingmenn Miðfloksins sær at skriva: "Ongantíð undir allari viðgerðini kom fram, at ein arkitektafrágreiðing, umbiðin av landsstýrinum, var gjørd, og sum kundi hava avgerandi ávirkan á støðutakanina hjá tingfólki".
Undir fyrstu viðgerð í tinginum 3. mai nevndi eg, at hesar ætlanirnar vórðu bygdar á metingar frá Arkitetavirkinum.
Tann 4. mai var eg sjálvur á fundi í mentanarnevndini, har málið var til viðgerðar, og har allir viðkomandi spurningar kundu setast. M. a. bað nevndin um upplýsingar um ognarviðurskiftini í sambandi við tað útgrivna stykkið í Vági.
9. mai var aftur fundur í mentanarnevndini, har m. o. Árni Winther eisini var innkallaður á fund.
6. mai - meðan málið var til viðgerðar í mentanarnevndini, og 6 dagar undan 2. viðgerð í tinginum - fekk landsstýrismálanevndin, sum hevði biðið um innlit í øll skjøl í málinum, frágreiðingina hjá Arkitekvirkinum sendandi frá Mentamálaráðnum, og varð hon løgd á heimasíðuna hjá løgtinginum sama dag.
Undir aðru viðgerð í tinginum tann 12. mai segði eg orðarætt hesi orðini: "Tað er soleiðis, at Arkitektavirkið hjá Árna Winther hevur verið inni í hesum, og nógvir av spurningunum liggja í svarinum frá teimum. Eg kann eisini vísa til ..., at landsstýrismálanevndin hevur fingið útleverað øll tey skrivini, og tey liggja ivaleyst á heimasíðuni hjá løgtinginum".
Tingfólk, ið fylgdu við og settu seg inn í málið, vistu sostatt, at frágreiðingin frá Arkitektavirkinum var eitt av skjølunum, sum var og er til taks í málinum.
Men tað er ikki bara hetta, sum er ósatt í yvirlýsingini frá Miðflokkinum. Har verður eisini sagt, at Landsstýrismálanevndin er komin til somu niðurstøðu sum Miðflokkurin, t.v.s., at løgmaður og landsstýrið við vilja hava hildið upplýsingum aftur. Men hetta er als ikki niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini. Tað kann ein og hvør síggja við at lesa tað málið!
Eg haldi, at Miðflokkurin skyldar okkum eina umbering, tí landsstýrið hevur á ongan hátt havt ætlanir um at halda upplýsingum aftur í hesum málinum.