Viðmerking til valsending Fólkafloksins í ÚF 12.01.04

    

Dánial Johansen
????????????

Hví gjørdist Óli Breckmann so uppøstur, tá tiltikna málið um løgmann bleiv borið upp á mál?
Sjálvur citeraði Óli: Sig bert eina lygn nóg ofta, so verður hon sannleiki til endans.
Er tað kanska tað, løgmaður roynir, tá hann fer at bera seg undan við »feilbóking« og »truplar umstøður« í staðin fyri at ganga í seg sjálvan?
Fólkaflokkurin hevði óivað staðið seg betur, um bæði løgmaður og Jørgen Niclasen høvdu viðgingið síni mistøk og biðið Føroya fólk um umbering. Tá høvdu fólk trúð uppá, at flokkurin ikki gekk inn fyri óreglusemi.
Kanska er tað sum í PIPAR & SALT. Tað er »tíðin«, sum ger tað, og Cognac bleiv til »kongabomm«, og at SKÁL bleiv til »Hey«.
Ótrúligt, at so nógv hóast alt stuðla flokkinum.
Skil tað hvør ið kann.
Hey!!!