Viðmerking til Kjartan Hoydal - fyrrverandi ópolitiskur embætismaður

Tað er ikki lukkuligt sum Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri í landsstýrinum, hevur fingið ilt í afturpartin av tí sum Eilif Samuelsen segði í einum fyrilestri, hann var biðin at halda á skeiði fyri embætisfólk í allmennu fyrisitingini.

Fyrilesturin var um samspælið millum politikarar og embætisfólk.
Á ein sera kvalifiseraðan hátt tók Eilif dømir fram sum verandi í grásonuni, ella á markinum, millum æmbætisførslu og politikk. Eilif kemur í sínum fyrilestri eisini inn á umskipanina í almennu fyrisitingini. Hann grundgevur í egnum royndum sum landsstýrismaður fyri, hvussu neyðug hon var at seta í verk, og hvussu væl hetta eydnaðist. Hann kallar tað, sum Finn Normann Christensen fekk á skafti í so stutta tíð, fyri onki minni enn eitt bragd. Sum altíð, var Eilif sakligur, beinrakin og ákærdi heldur ongan í umsitingini. Hann var eisini ópolitiskur.
Tað er meira enn ein kann siga um ta skortflongjuna, sum Kjartan Hoydal ber fram í fjølmiðlunum. M.a. verði eg sum løgmaður skuldsettur fyri at hava forbrotið meg á nærum øllum økjum, tað verið seg innan normeringar, játtanir á fíggjarlógini, tænastumannalógina og aðrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrrverandi ópolitiski embætismaðurin og Finn Normann Christensen.
Í tí eina brotinum skrivar Kjartan Hoydal soleiðis .
?Hesin embætismaður hevði bara eina polittiska uppgávu. Tað var fyri táverandi løgmann Edmund Joensen at bróta niður tað umsiting, sum var, og seta í staðin eina skipan, sum var skrivað av eftir skipanum í londum við heilt øðrvísi tørvi enn Føroyar.?
Àlvara tos. Fyri tað fyrsta vóru hetta ikki nøkur serpolitisk ynski hjá mær ella Sambandsflokkinum, men eg tori at siga, at tað var eitt krav hjá øllum teimum politisku flokkunum. Hetta var neyðugt út frá teimum samtyktum, sum Løgtingið tvey fylgjandi valskeiðir hevði framt.
Kjartan Hoydal átti at verið tann fyrsti at vita, at vit tá høvdu eitt kollegialt stýri, og at umboð fyri 4 politiskar flokkar stóðu aftan fyri ta avgerð, sum samlaða landstýrið tók. Eg hevði sum løgmaður umsitingina og ábyrgdina fyri, at arbeiðið bleiv gjørt skjótast møguligt. At tað ikki passaði summum æmbætismonnum at gera neyðugar broytingar, tað undirstrikar bert, at tað var rætt at taka sær serkøna og objektiva hjálp uttanífrá.
Uppgávan var at finna fram til hóskiligar og bíligar loysnir, sum hóskaðu til føroysk viðurskifti, og sum samstundis høvdu tey elementini í sær, sum stýrisskipanin legði upp til, og sum kundu tryggja landsstýrismonnum rímulig arbeiðskor. Løgd varð ein ramma, sum gav allar møguleikar fyri einara bíligari og vælvirkandi skipan, sum líðandi kundi lagast til tær broytingar, sum alla tíðina henda.

Fýraflokkalandstýrið
Tá ið vit fýra flokkarnir komu út í landstýrið, tøktist tað sum ongin umsitingarlig leiðsla var í Tinganesi. Tað tóktist sum tann sterkasti royndi at tiltuska sær mest møguligt vald.
Føroya land var tá í einum slagi av undantakstøðu eftir húsagangin. Tá var tað bæði neyðugt og heppið, at samgongan hevði rygg til at gera tær neyðugu broytingar, sum skuldu til, eisini broytingarnar og tilagingar í allmennu fyrisitingini.
Eg eri sera glaður fyri, at tað so skjótt eydnaðist at skapa Føroyum neyðugar karmar um eina nýggja nýmótans umsiting. Tað eydnaðist eisini landstýrinum at útvegað neyðug hølir, at innføra ein starvsfólkapolitikk, innlit og opinleika í umsitingina og nógv annað.
Hetta var onki minni enn eitt bragd og eitt lop inn í framtíðina, eru tey flestu av teimum sum nú starvast í almennu umsitingini samd um.

Skemt og nalvaskoðan
Eg taki tað sum skemt og nalvaskoðan tá Kjartan Hoydal tosar um hvørjir partar av umsitingini eru føroyskir og hvørjir ikki. Sambært Kjartan Hoydal so er Oljumálastýrið einasta økið, sum er føroyskt. Hóast tað er væl skiljandi, at Kjartan Hoydal er serliga fegin um Oljumálastýrið, so noyðist eg at gera vart við, at tað sum hent er, er at oljumáladeildin undir Vinnumálastýrinum er skild út sum eitt serstakt stýri í sambandi við at 8. landsstýrismaðurin varð settur. Um tað er serføroyskt ella ikki, kann ein altíð kjakast um. Heldur er hetta eitt prógv um, at tað eydnaðist at gera eina rammu sum gjørdi tað møguligt at fáa umsitingina dynamiska og fleksibla.

Rætt skal verða rætt
Eg fari at geva Kjartani rætt í einum. Tann føroyska ramman, sum skapt varð, er vorðin óhugnaliga nógv tambað seinastu árini. Núverandi løgmaður hevur ikki duga sær hógv. Tvey stýrir eru komin afturat, Oljumálastýrið og Sjálvstýrisumsitingin. Tveir landsstýrismenn til ein polittiskan flokk við bert tveimum eykavaldum tingmonnum, tað sigur alt um hugburin. Alt í alt er kostnaðurin av almennu høvuðsumsitingini uppá fýra ár farin úr 53 milliónum uppí 105 milliónir kr. um árið, ella sum Kjartan Hoydal sjálvur sigur umleið 100 %. Hetta líkist ongum!
Og tað steðgar heldur ikki her. Tí løgmaður hevur m.a. sagt seg hava ætlanir um bæði eina serliga kommunuumsiting afturat og ein serligan landstýrismann fyri útoyggjarnar, sjálvandi við umsitingarligum vøkstri. Nýggjar og vaksandi yvirtøkur koma sjálvsagt at krevja økta umsiting so tað forslær.
Hvussu serføroyskur vøksturin í almennu umsitingini er og ikki, tað kunnu aðrir meta um. Men at vøksturin tey seinastu árini hevur verið óhugnaliga og óneyðuga stórur, og at hann heldur fram, tað hevur ongin loyvi at ivast í.