Fleiri ES lond fara í dag undir at koppseta veikastu bólkarnar ímóti koronuvirus.
Fyrstu skamtirnir av koppingarevninum frá heilivágsfeløgunum Pfizer og BioNTech komu í gjár til fleiri lond í Evropa, eitt nú Danmark, Italia, Spania og Frankaríki.
Haðani skulu teir veitast víðari til røktarheim og heilsustarvsfólk, so tey fyrstu kunnu pirkast í dag.
Góðkenningin og veitingin av koppingarevninum gevur vón um, at 2021 kann geva eitt andarhald frá farsóttini, sum hevur kostað 1,75 milliónum fólkum lívið kring heimin.
Síðani farsóttin byrjaði í Kina fyri einum ári síðani, eru yvir 80 milliónir fólk staðfest positiv við koronuvirus.
Koppingarevnið frá Pfizer og BioNTech er tað einasta, sum er góðkent í ES í løtuni. Tað varð góðkent 21. desember.
Veitingin av koppingarskamtunum frá Pfizer og BioNTech er krevjandi, tí koppingarevnið skal goymast í minus 80 stigum.
Nøkur lond byrjaðu longu at koppseta í gjár.
Í Ungarn fekk ein kvinna, Adrienne Kertesz, sum er lækni á sjúkrahúsinum Del-Pest í høvuðsstaðum Budapest, fyrsta stingið. Í Týsklandi var tað ein 101 ára gomul kvinna, sum var hin fyrsta.
Eisini í Slovakia fóru tey at koppseta ígjár.
Tey trý ES londini gjørdu soleiðis sum Kina, Russland, Bretland, Kanada, USA, Sveis, Serbia, Singapore og Saudi-Arabia, sum eisini eru farin at koppseta.
– Vit fáa frælsið aftur, og vit kunnu hálsfevnast aftur, segði italski uttanríkisráðharrin, Luigi Di Maio, tá hann heitti á italiubúgvar um at taka ímóti koppingarevninum.
Kanningar í Italia vísa, at bara 57 prosent av fólkinum ætlar at lata seg koppseta. Granskarar meta, at floksimunitetur krevur, at millum 75 og 80 prosent av fólkinum lata seg koppseta.
/ritzau/AFP