Viðgera ikki roykjarar

Vandin fyri trupulleikum í sambandi við skurðviðgerðir er munandi størri, um sjúklingurin roykir, og tað hevur nú fingið skurðlæknarnar á fleiri svenskum sjúkrahúsum at sýta fyri at skurðviðgera roykjarar.

Norrlands Universitetssjukhus var tað fyrsta sjúkrahúsið, sum segði nei til at leggja roykjarar undir skurð, og nú hava fýra onnur sjúkrahús tikið somu avgerð.

Enn hevur einki danskt sjúkrahús víst roykjarum frá sær, men formaðurin í regiónsráðnum, Bent Hansen, sigur við DR, at sjúkrahúsini fara uttan iva at leggja eina harðari linju í framtíðini, men tó neyvan so harða sum sviar.