Dómarin metti málið so trupult, at hann umbað sær umhugsinartíð, eftir at rættarmálið í Føroya Rætti í gjár vardi heilar sjey og ein hálvan tíma.
Ákæruvaldið hevði býtt ákæruna upp í fýra forhold har forholdini vórðu sett upp í kronologiskum ordan.
Ákæruvaldið segði, at siðamisbrotini byrjaðu fyrst í mars 1994, tá maðurin á fyrsta sinni gjørdi seg inn á gentuna. Hetta hendi undir einum túri til Havnar, tá maðurin saman við gentuni, sum var systirdóttir konu hansara, fór við, tí maðurin skuldi eftir konu sínu og nýføddu dóttir.
Sambært ákæruvaldinum skuldi hann verið steðgaður á og gjørt seg kynsliga inn á gentuna tó ikki við samlegu.
Maðurin segði seg ósekan í hesari ákæruni og mintist týðiliga, at hann var steðgaður fyri at rulla sær eina sigarett, nakað sum ákæruvaldið fann undarligt at minnast 16 ár seinni.
Hetta var so byrjanin til eina kynsliga misnýtslu, sum helt fram líka til gentan var vorðin 18 ára gomul.
Órættaða varð førd sum vitni og sat í vitnisstólinum í tríggjar og ein hálvan tíma, og alla tíðina var hon rólig og fattað, meðan hon greiddi frá, hvussu ákærdi maðurin, sum nú er 50 ára gamal, hevði gjørt seg kynsliga inn á seg.
Ikki lukkuligt
Hjásitarin hjá gentuni kravdi referatforboð, og hetta gekk dómarin við til. Men í sínari proseduru vísti ákærin til vitnisfrágreiðingina hjá gentuni, og tað var ikki fyri sartar sálir, sum gentan kundi greiða frá.
Frá tí at misbrúkið byrjaði og heilt fram til gentan var 18 ár fór fram ein støðug misnýtsla, har maðurin gjørdi seg inn á gentuna við øðrum kynsligum ágangi enn samlegu, segði ákærin í proseduruni.
Ákærin, Linda Hesselberg, segði, at í forholdi eitt var tað ógvuliga trúligt, at gentan mintist hendingina, tí hetta var fyrstu ferð, at ákærdi gjørdi seg inn á hana. Samstundis kveistraði hon frágreiðingina hjá ákærda um, at hann bert varð steðgaður at rulla eina sigarett, til viks, tí sum hon segði, at hvør minnist, nær ein hevur rullað eina sigarett fyri 16 árum síðani.
Ákærin legði eisini dent á, at gentan ógvuliga detaljerað og sannførandi greiddi frá, hvussu misbrotini vóru farin fram. Detaljir sum hvørjar lutir, ákærdi brúkti móti henni og hvussu teir sóðu út og hvønn lit teir høvdu, var alt við til at undirbyggja trúvirðið hjá gentuni, segði Linda Hesselberg.
Hon vísti eisini til frágreiðingina hjá gentuni um, hvussu maðurin bar seg at við at fáa fullborna samlegu við órættaðu.
Linda Hesselberg segði ongan iva vera um, at gentan talaði satt og at maðurin var sekur í ákæruritinum. Hon mælti tí til, at maðurin varð dømdur í trý ára treytaleysa fongsulsrevsing
Maðurin noktar
Ákærdi maðurin hevði ikki óvæntað eina aðra uppfatan av tí, sum farið var fram. Hann noktaði fyri, at nakað var farið fram í forholdi eitt, og hann hevði hægst verið ónærisligur við gentuna fýra til seks ferðir, meðan hon var undir 12 ár, og í mesta lagi einar 10 ferðir, meðan hon var millum 12 og 15 ár.
Hann noktaði seg sekan í øllum ákærum um kynsliga samveru við gentuna eftir at hon var fylt 15, eins og hann noktaði fyri at havt fullborna samlegu við gentuna.
Umframt órættaðu vóru trý vitnir førd, eitt av ákæruvaldinum og tvey av verjanum, men hesi kundu ikki varpa nakað meira ljós á málið. Hvørki mamma at gentuni ella kona ákærda høvdu kent til málið, fyrr enn tað varð meldað. Konan tóktist enntá at vera í fullkomiligari avnoktan.
Málið kom fyri ein dag, tí gentan, sum nú er 26 ára gomul, av einari vinkonu varð ávarað móti at hava barn sítt í ávísari dagrøkt, tí ein vælkendur »krænkari« hevði sína gongd har.
Hetta fekk minnini og kenslurnar at vella fram hjá gentuni, sum setti seg í samband við KRIS og seinni við Trivnaðarnevndina í kommununi. Har endaði málið hjá barnaverndini, sum meldaði tað til løgregluna.
Verjin metti, at órættaða var eitt ótrúverdugt vitni og nevndi eina hending fyri tíggju árum síðani, tá vitnið viðgekk at hava logið fyri løgregluni.
Jógvan Páll Lassen helt heldur ikki, at frágreiðingi hjá vitninum hekk saman. Hann mælti tí til átta mánaðar fongsul, har meginparturin av revsingini verður treytað.
Dómurin í málinum fellur seinni.