Viðgekk at hann myrdi Englu

42 ára gamli maðurin, sum var undir illgruna fyri at hava burturflutt 10 ára gomlu svensku gentuna Engla Juncosa Høglund, viðgongur nú, at hann myrdi hana Engla Junco­sa-Høglund er deyð. Í dag viðgekk ein 42 ára gamal maður, at hann hevði beint fyri henni, og løgreglan hevur eisini funnið líkið.

Drápsmaðurin hevur eisini viðgingið, at hann myrdi eina 30 ára gamla kvinnu fyri átta árum síðani, skrivar tíðindastovan TT.

Engla Høglund hvarv tann 5. apríl, tá hon var á veg til hús eftir at hava verið til fótbóltsvenjing.