Ìgjár skeyt Rógvi Jacobsen sítt triðja mál fyri Hødd. Hann hevur higartil skorað í hvørjum dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Verdens Gang - ella VG - sum er størsta blaðið og netmiðilin í Noregi metir Rógva verða besta mannin, sum var á vøllinum á Gjemselund Leikvøllinum í Kongsvinger. Norðmenn geva ummæli frá 1 til 6. Rógvi fær saman við trimum spælarum hjá Hødd og Kongsvinger eitt 5-tal frá Bjørn Lien hjá VG. Sami Bjørn Lien metir Rógva Jacobsen verða besta mannin á vøllinum. Venjarin hjá Hødd, Sture Fladmark er nøgdur við tað eina stigið Hødd vann sær ígjár, men hann er ikki nøgdur við spælið, sum Hødd vísti ígjár. Venjarin hjá Kongsvinger meinti í sínum lagi, at dómarin átti at hava dømt minst tvey brotsspørk til heimaliðið.