Vevmynd av Tjørnuvík

Sunda kommuna hevur nú sett vevmyndatól upp í Tjørnuvík.

Sunda kommuna hevur nú sett vevmyndatól upp í Tjørnuvík. Hetta er triðja myndatólið sum kommunan hevur sett upp seinasta árið.

 

Umframt í Tjørnuvík eru vevmyndatól eisini sett upp í Saksun og við Gjógv.

 

Hetta er partur av eini verkætlan, at betra um lívskvalitetin hjá teimum fastbúgvandi í bygdunum. Sera nógv fólk vitja Saksun, Tjørnuvík og Gjógv árliga, og sera nógv velja at ringja at spyrja seg fyri um veðrið áðrenn tey fara. Hetta ávirkar gerandisdagin hjá teimum sum búgva har og tí kom ynski um at fáa vevmyndatól sett upp, sum kundi vísa veðrið í bygdini. Hetta er nú gjørt.

 

Sunda kommuna hevur við stuðli frá Eysturoyar Ferðavinnufelag og Visit Faroe Island fingið sett vevmyndatólini upp.
Vevmyndirnar eru at síggja á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.