FISKIVINNA
Leygarmorgunin um 11-tíðina legði verksmiðjutrolarin Vesturvón til bryggju í Fuglafirði við 660 tonsum av kongafiski, sum teir hava fiskað í Irmingarhavinum.
Skip og manning hava hendan túrin verið burtur í 50 dagar.
Veiðan verður nú løgd upp í Fuglafirði, og skjótt verður loyst aftur til nýggjan túr.
Eyðun á Bergi hevur verið skipari hendan túrin í Irmingarhavinum, men á komandi túri verður Erland Olsen á brúnni.









