VestNorden Travel Mart í København

Komandi VestNorden Travel Mart ferðavinnustevnan verður hildin í København. Grønland verður vertur fyri stevnuni

Tað verður Norðuraltants Bryggjan í København, sum fer at leggja høli til næstu VestNordenTravel Mart stevnuna, sum Grønland verður vertur fyri. Tað varð gjørt av á stýrisfundi í Reykjavík týsdagin. Stevnan í København verður hildin í døgunum 13. til 15. september 2005.
Grønlendingar vilja royna, um minkandi undirtøkan millum keypararnar seinnu árini kann standast av, at tað er langt, tungt og dýrt at koma til Grønlands á messu. Verður hon hildin í København, er hon nærri europeisku keyparunum, er hugsan teirra.
Tí er avgjørt at lata grønlendingar royna at hýsa messuni í Danmark næsta ár. Føroyingar og íslendingar fara framhaldandi at hava sínar messur heima, sum teir taka til.