Ítróttarprofilur
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
-At koma í steypafinaluna merkir ALT.
Jacklin Durhuus setir stór orð á steypafinaluna, sum er á skránni í morgin.
- Tað er so ótrúliga nógv fokus, og nógv fjølmiðlaumrøða hendan dagin. Landskappingin hevur langt frá líka nógv fokus. Hóast tað nú eisini er talan um finalur í Landskappingini, sigur hon.
Jacklin veit, at uppgávan ímóti Føroyameistarunum úr Stjørnuni verður stór og møtimikil. Men hon er við gott mót.
- Vit hava ein møguleika ímóti Stjørnuni. Men tað krevur, at vit allar hava ein góðan dag, og at tær í Stjørnuni hava ein minni góðan dag. Men hvussu er og ikki, so eru vit Kyndla-kvinnur ótrúliga stoltar av, at verða komnar í steypafinaluna.
Jacklin er týðiliga stolt av seinnu hálvfinaluni, har tað eydnaðist teimum at seta Tjaldrið av.
- Spælið hjá okkum er bara blivið betri gjøgnum kappingarárið. Vit eru væl betri nú, enn vit vóru í byrjanini.
Stjørnan er ávarðað. Vestmenningurin í Kyndli ætlar at berjast fyri at fáa steypið. Og tí er kanska hóskiligt, at hon hevur funnið sítt heim í Tórshavn í “Berjabrekku”. Tann lítli fitti sonurin, Bergur er blíður og prátingarsamur, men hondbóltur sær ikki út til at upptaka smábarnasinni nógv. Enn!
Kroniska sjúku
Eitt er at berjast fyri sítt lið í hondbólti, og at taka stór tøk ímóti mótstøðuleikarum. Men Jacklin stríðist eisini við eina keðiliga sjúku, nevnliga kroniska tarmsjúku. Kappingarárið í fjør breyt sjúkan út, og tá mátti hon taka ein steðg uppá heilar 6 vikur. Har hon hvørki kundi leika ella venja. Heilivágurin hon má taka ímóti sjúkuni er sterkur lútur, og kemur beinleiðis undir kategoriina “doping”. Og er tað soleiðis eisini ein persónligur stongsil frá hondbóltinum.
- Meðan aðrir leikarar kunnu lova seg til at leika eitt kappingarár á gangin, og kanska taka eitt ár í senn. So eri eg noydd til at taka eina ella tvær vikur í senn. Tí eg veit ikki nær kroniska tarmsjúkan brýtur út aftur, sigur hon.
Jacklin hevur upplivað tríggjar ferðir, at sjúkan hevur lagt ein fyribils stoppara á hondbóltsyrkisleiðina. Hetta setur óivað steypafinaluna í eitt serligt perspektiv, størri enn hjá hinum leikarunum, sum koma at leika í finaluni í morgin.
Byrjaði um 9 ára aldur
Um 9 ára aldur byrjaði Jacklin at leika hondbólt. Hondbóltur í yngru deildunum var ikki so væl skipaður tá. Orðið “Mini-hondbóltur” hevði ikki vunnið innpass í Føroyum síðst í áttati-árunum. Men tá helst størsta hondbólts-guruin í søguni hjá VÍF, Lars Nedergaard var høvuðsvenjari hjá VÌF, árini 1993-96 fekk ungdómsarbeiðið eina heilt nýggja dimensjón.
- Lars var ótrúliga góður at dyrka talentini. Sjálvt um tað kanska gekk eitt sindur út yvir tey, sum vóru minni góð. Hann fylgdi okkum allastaðni. Hann kom við til útidystir, fyri at stuðla okkum.
Væl skipaða ungdómsarbeiðið og talentið gingu upp í eina hægri eind, tá Jacklin bleiv Føroymeistari við Gentum 14 ár.
- Tað er einasti FM, sum eg vann í yngru deildunum.
Men Jacklin letur ongan iva verða um, at talan er um eitt kært minni.
Á besta liðið 15 ára gomul
Gamalt er at siga, at talent forpliktar. Longu 15 ára gomul kom Jackin á besta kvinnuliðið hjá VÍF, sum tá leikti í næstbestu deildini. Hon leikti við VÌF í 1. deild 1996-97. Men tá VÍF fór niður aftur í 2. deild at venda, og tá hon samstundis gekk í skúla í Havn, so valdi hon at taka eitt kappingarár við arvafíggindanum hjá VÍF, Kyndli. Og væl hilnaðist, tær gjørdist Føroyameistarar fyri kappingarárið 1997-98.
- Tað var eitt ótrúliga sjarmerandi lið. Tað var bara málverjin, Hanna Rubeksen, sum átti børn. Vit vóru næstan allar um 18-19 ára aldur. Tað vóru bara Lotte Sørensen, Ann Hansen og Hanna, sum vóru eldri. Vit høvdu tað ótrúliga stuttligt. Vit gingu í biograf, fóru út at eta saman. Tað var ein einastandandi stuttlig tíð.
Jacklin minnist eisini, at hetta var fyrsta árið hjá Lotte Sørensen í føroyskum hondbólti.
- Eg helt hana verða øgiliga. Eftir okkara málistokki var hon ræðuliga góð.
Sum so mong onnur í Kyndli viðurkennir Jacklin tað stóra ungdómsarbeiðið, sum Lotte gjørdi fyri felagið, og undirstrikar, at tað er saknur í henni í Kyndli.
Føroyameistari við barndómsfelagnum
At blíva Føroyameistari er altíð gott. Men at gerast Føroyameistari við barndómsfelagnum er nakað serstakt. Kappingarárið 2001-2002 eydnaðist tað loksins VÍF-kvinnunum at gerast FM-vinnarar. Tað gjørdist næsta meistaraheitið hjá Jacklin.
- Tað liðið má verða eitt tað besta kvinnuliðið, sum hevur spælt í Føroyum við Manuelu Stan, Nicoletu Radu, Ionu Rapa, Sóley Mikkelsen, Randi Kúrberg og Alice Høghamar.
Jacklin heldur, at tað var ein stórur lætti hjá kvinnunum at koma úr skugganum hjá monnunum, sum hava verið FM-vinnarar so ofta. Ein virðing vaks fram, sum ikki hevði verið har áður. Nú lá meiri ræðið fyri at fáa klæðir, skógvar og ein góðan sponsor.
- Tá ein vinnur, er slíkt alt lættari.
VÌF-kvinnurnar tóku av avbjóðingini at melda til Evropa Cup fyri meistaralið. Báðir dystirnir ímóti hollendska liðnum Hellas vóru leiktir í Føroyum, og tær í VÍF góvu hollendsku meistaraliðnum góða mótstøðu.
- Ein kann siga, at Evropa Cup er ein avbjóðing, sum manglar. Men hinvegin so krevur tað, at ein venur nógv um summarið, og at liðið toppar í august. Ein slík avbjóðing krevur eisini nógvar menniskjaligar og fíggjarligar ressursir. Nógv bingo og nógvir lutaseðlir skulu til. Í hondbólti er tað ikki, sum í fótbólti, at tú ert tryggjaður ein fíggjarligan minstavinning í samband við Evropa Cup-luttøku.
Lærurík tíð í Slagelse
Frá august til desember í 2000 vóru Katrin á Neystabø og Jacklin niðri í Slagelse. Hesa tíðina vandu og leiktu tær við Slagelse, sum tá hevði sett legendarisku Anju Andersen í starv, sum venjara. Talan bleiv um eina ótrúliga strævna og læruríka tíð, hóast Jacklin ikki fekk nógva spælitíð á besta liðnum hjá Slagelse.
- Vit vandu fýra ferðir um vikuna. Vit vandu 2 tímar í høll, og so ein tíma styrkisvenjing. Umframt, at vit súkklaðu til og frá venjing. Tað var ein ótrúlig avbjóðing. Allir hinar vóru betri, og tí mátti ein geva 120% fyri at kunna fylgja við venjingunum.
Katrin hevði ikki mót uppá meira, og Jacklin tímdi ikki at verða einsamallur føroyingur, og tí settu báðar nøsina heim aftur. Eina stóra uppliving ríkari. Jacklin saknar, at landsliðsarbeiðið hjá kvinnunum er regluligari.
- Tað blívur ov langt ímillum uppgávurnar. Tað er alt ov ofta, at landsliðsleikarnir mugu byrja alt av nýggjum, tá tað blívur ov langt ímillum uppgávurnar. Men nú hevur HSF lovað eitt meiri regluligt landsliðsarbeiðið. Men sjálvandi, tað krevur nógvan pening.
Jacklin hevur upplivað nógv, sum hondbóltsleikari, og vónar at gerast enn eina stóra uppliving ríkari í morgin. Tað hevur nógv at siga fyri vestmenningar at vinna í hondbólti. Eisini um ein leikar fyri Kyndil!