Vestmenningar fingu fyrsta sigurin

VÍF fekk sín fyrsta sigur í ársins Atlantic Airways-kapping, tá teir høvdu vitjan av KÍF. Dysturin var sera javnur, og sigurin kundi farið báðar vegir, men at enda var tað tó VÍF, sum dró logra stráðið

VÍF-KÍF 25-24 (11-13)


Leygardagin var grannadystur í Vestmanna, tá VÍF tók ímóti grannunum úr Kollafirði. Hesi bæði liðini hava fyrr spælt sínar heimadystir í somu høll, og tí verður ofta snakka um eina lítla lokaluppgerð, tá VÍF og KÍF bresta saman. Dystirnir millum liðini hava eisini mangan livað upp til heiti sum lokaluppgerðir, tí ofta hevur intensiteturin verið høgur og dystirnir spennandi, meðan hondbóltsspælið ikki altíð hevur verið av tí allarbesta.

Leygardagin var kravið hjá báðum liðunum púra greitt undan dystinum. Bæði vildu hava øll stigini eftir ósigrar ímóti ávikavist Neistanum og H71 í fyrsta umfari.


KÍF hevði munin

Í fyrsta dystinum, hjá VÍF í ár, sum var ímóti Neistanum, høvdu vestmenningar stórar trupulleikar tíðliga í dystinum. Teir megnaðu slett ikk iat fáa spælið at koyra fyrstu løtuna, og hetta gjørdi eisini, at Neistin var á odda 7-0, áðrenn VÍF fekk sítt fyrsta mál.

Og dysturin leygardagin líktist tí seinasta hjá VÍF. Tað vóru nevniliga kollfirðingarnir, sum løgdu betur fyri. Teir løgdu fyri við góðum verjuspæli, og í álopspartinum fingu teir eisini neyðugu málini. Hetta gjørdi, at KÍF eftir átta minuttir var á odda 3-0, men so fekk VÍF glið á. Teir fingu fyrst tvey skjót mál, og tá fyrsta korterið var farið aftur um bak, stóð á jøvnum 5-5 millum liðini.

Eftir hetta gekk javnt á millum liðini, og síðsta korterið av fyrra hálvleiki líktist mest av øllum einum langum støðukríggi millum liðini. Onkuntíð var VÍF framman fyri, meðan KÍF onkuntíð førdi.

Men tað var tó KÍF, sum megnaði at leggja seg á odda fyri steðgin. Síðstu tríggjar minuttirnar tóku kollfiðringarnir ein sera góðan endaspurt, og hetta hevði við sær, at teir brádliga førdu við trimum málum, tá ið VÍF fór í seinasta álopið fyri steðgin. Her megnaði VÍF tó at fáa bóltin í málið, so tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 13-11 til gestirnar úr Kollafirði.


Dysturin var púra opið

Eftir steðgin kom VÍF á vøllin við einum rættiliga ungum liði, har bert Agnar Joensen og Eli Müller av royndu leikarunum vóru eftir á vøllinum. Hetta tóktist tó ikki nerva ungu spælararnar, sum stríddust manniliga.

Fyrstu løtuna megnaði KÍF at halda seg trý mál framman fyri VÍF, men tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, skoraði VÍF tríggjar ferðir á rað innan ein góðan minutt, og so stó aftur á púra jøvnum millum liðini, og her var týðiligt, at alt kundi henda.

Men nú var unga manningin hjá vestmenningum vakna. Teir blivu við at halda trýstið á kollfirðingar, og tá hálvleikurin var gott og væl hálvrunnin, var tað brádliga VÍF, sum var á odda við trimum málum, og nú sá ikki so gott út hjá kollfiðringum.

Men viljin hjá kollfirðingum hevur tó verið eyðkenni síðstu árini, og hesin kom nú til sjóndar. Teir fingu bart seg upp aftur á javnleik, tá tað bert manglaðu 10 minuttir av dystinum, og nú var spenningurin í hæddini.


Eli tók yvir

Eftir hetta skiftust liðini um at skjóta mál. Fyrst skoraði VÍF, so skoraði KÍF, og henda gongdin helt fram til næstan seks minuttir vóru eftir at spæla, tá VÍF legði seg á odda 25-24.

Eftir málið til 25-24 steðgaði fullkomiliga upp hjá báðum liðunum. Verjurnar vóru góðar hesa síðstu løtuna, men serliga málmenninir vístu spæl á sera høgum støði. Sjálvt um bæði liðini høvdu opnar møguleikar framman fyri málinum, so bjargaðu bæði Eli Müller og Óla Kristian Djurhuus fleiri kjansum. Serliga Eli Müller tók alt, sum bleiv skotið ímóti honum, og tað var ikki minst takka verið Eli, at VÍF fór av vøllinum sum sigursharrar. Eli bjargaði royndum frá fleiri púra leysum kollfirðingum, og endin var, at einki mál kom í dystinum síðstu knøppu seks minuttirnar.

VÍF vann dystin 25-24, og sostatt fingu ungu vestmenningarnir sín fyrsta sigur í nýggja kappingarárinum.

Hjá KÍF sær hinvegin ikki so gott út. Teir hava nevniliga tapt báðar teir fyrstu dystirnar, og mugu noyðast við einum plássi í niðara endanum av stigatalvuni, har bert Kyndil er aftan fyri teir orsaka av eini verri málúrtøku.