Tað er eitt vælmannað kirkjukór, sum fer at hava konsert í kirkjuni sunnudagin á Varmakeldu kl.16. Umframt sjálvt kórið, sum telur 30 sangarar, syngja eisini Rúni Brattaberg og konan Súsanna Brattaberg. Eisini syngur Dorthea Dam solo. Ársins songrødd Birita Poulsen, sum er úr Vestmanna, syngur eisini solo.
Kórið syngur onkrar týskar sangir, føroyskar vársangir og nýggjar danskar sálmar, ið eru umsettir til føroyskt av Raymund Nielsen. Panis Angelicus av Cesar Frank verður framført, solorødd Súsanna Brattaberg. Breið tínar náðiveingir saman við Rúna Brattaberg. Heðin Kambsdal hevur undirspælið og Erla Olsen er kórleiðari.
Vestmanna Kirkjukór sá dagsins ljós í 1979 og mong av teim fyrstu syngja við enn, og børnini hjá teimum eru eisini við í kórinum. Kórið hevur havt konsertir bæði innan- og uttanlands. Kórið hevur verið fleiri ferðir í Íslandi, Danmark og á Álandi. Í summar gongur leiðin aftur til Íslands, har kórið m.a. skal syngja í dómkrikjuni í Reykjavík og í Hallgrímskirkjuni.
Tiltøk á Varmakeldu leygardagin 4. juli kl.21 verður Varmakelduvøka í kirkjuni við sangi, upplestri og tónleiki. Sunnudagin 5. juli kl.11 verður guðstænasta, har Torben Johannesen prestur prædikar, og kl.16 er konsert í kirkjuni við Vestmanna kirkjukóri
Vestmanna Kirkjukór hevur eisini konsert í Vestmanna hendan dagin.