Í bygdini verður í løtuni alt gjørt klárt til at taka ímóti teimum mongu gestunum úr øðrum bygdum. Heima við hús rigga fólk til móttøku av vitjandi, og í bygdini hampa fólk um húsini, eins og ungfólk rudda og fríðka.
Aftur hesaferð hevur nevndin í VÍF gjørt eitt megnararbeiði við at fyrireika eina skrá, sum hevur nakað til einhvønn tørv.
Ítrótturin hevur altíð verið frammarlaga í huganum hjá vestmenningum. Og teir sleppa so sanniliga eisini at royna seg í steypadystinum móti havnarfelagnum Kyndli, sum leygardagin kemur á vitjan.
Kappróðurin er ein onnur ítróttargrein, sum vestmenningar hava staðið seg væl í. Leygardagin leggja bátarnir til brots í enn einum dysti um FM-heitið. Eingin ivi er um, at hesir róðrar verða spennandi, - ikki minst tí at manningarnar nú hava havt høvið at vant í friði og náðum seinastu tvær vikurnar.
Annars er skráin merkt av samkomum, tónleiki, kristiligum fundum, framførslum og øllum tí sum tey vitjandi kunnu gleða seg til.
Veðrið verður skiftandi um vikuskiftið. Veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen væntar ælaveður og sólarglottar. Hitin verður millum 10 og 15 stig.
Góða Fjarðastevnu!










