Vestergaard fer at kunna seg um fráboðan

- Enn havi eg ikki verið í samband við Fiskiveiðieftirlitið um, hvussu slíkar fráboðanir fara fram, men eg vil gjarna vita, hvussu hetta verður gjørt, sigur Jacob Vestergaard Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur seg ikki vita meira um málið um hetlendsku trolararnar enn tað, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, eisini teimum hetlendsku.

- Nei, eg havi ikki verið í sambandi við Fiskiveiðieftirlitið enn, og eg veit tí heldur ikki ítøkiliga, hvussu fráboðanir um veiðibann fara fram.

Hann sigur, at tá føroyskir trolarar fiska í Barentshavinum, og bráðfeingis veiðibann verða lýst, hevur hann skilt, at føroyskir skiparar noyðast at fylgja við slíkum fráboðanum á heimasíðuni hjá myndugleikunum í viðkomandi landi.

- Eg veit ikki ítøkiliga, hvussu hetta verður gjørt her heima, men í øllum førum er greitt, at eisini útlenskir fiskimenn, sum fiska í okkara sjógvi, eiga at hava ein møguleika at fáa slíkar fráboðanir at vita.

Jacob Vestergaard hevur í løtuni ongar viðmerkingar um, hvørt nakað kundi verið gjørt øðrvísi, tí sum hann sjálvur sigur kennur hann ikki skipanina nóg væl.

- Sjálvandi fari eg at kunna meg um hesi viðurskifti hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Eg eri bara ikki komin so langt enn, leggur hann aftrat.

Landsstýrismaðurin heldur, at kanska kundi ein møguleiki verið, at skip, sum koma í føroyskan sjógv, eftir at slík veiðibann verða lýst, vórðu kunnaði um hesi.

- Skip, sum koma higar at royna, hava sína fráboðanarskyldu, og tað er møguligt, at tey tá kundu fingið eina slíka kunning. Men, sum sagt, eg kenni ov lítið til hetta ítøkiliga málið, sigur Jacob Vestergaard.