Veruligu syndararnir ganga fríir

Tað er skeivt at leggja gággufiskararnar undir at breiða sjúku á føroysku firðunum, tá vit vita, at veruligu syndararnir eru alararnir, sigur ein teirra, sum eigur gággurúsur á Oyndarfirði

 

Havdálking

? Veruligu syndararnir á Oyndarfirði eru ikki teir,sum hava nakrar gággurúsur standandi á firðinum. Tað eru alararnir, sum dálka fjørðin, sigur ein teirra, sum hevur fiskað gággur á Oyndarfirði.

Jákup Joensen úr Leirvík, heldur, at tað var at skjóta við síðuna av, tá Sosialurin í seinastu viku umrøddi gággufiskiskapin á Oyndarfirði í samband við, at fjørðurin er stongdur.

Hann sigur, at hansara gággurúsur hava staðið uttarlaga í firðinum. Umleið einar 500 metrar frá næsta aliringinum, har tær hava verið næstar. Fyri bara einum tveimum-trimum árum síðan, stóðu tær tætt undi ringunum, og tað bar væl til. Men í dag er so eiðasørt, at gágga livir í námind av aliringunum. Og tað kemst eina og aleina av, at har er so skitið.

?Tann bera skræpa, sigur Jákup Joensen. Øll tann evjan, sum fellur frá alingini, legst á botnin, og tað er ikki tespiligt, tá ein rúsa kemur í tað avfallið. Tað er ikki fyri særtar næsar, sigur hann.

So tað er í hansara hugaheimi eingin ivi um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av, at sjúka er á føroysku firðunum. Tað eru í hvussu er ikki gággufiskararnir, er hann ivaleysur í.

Sjálvur hevur hann verið burturstaddur nakrar dagar og hevur tí ikki verið á Oyndarfirði seinastu tíðina.

Seinastu ferð, hann dróg rúsurnar, tveitti hann tær bara tómar útaftur og ætlaði so nú at fara at koyra agn íaftur.

Men nú er fjørðurin stongdur, so hann sleppur ikki til tær aftur, sigur hann.

?So tað var ein lort støða, hendan skrivingin setti meg í. Eg ætlaði at byrja aftur at rógva út, men nú fái eg ikki agn, sigur Jákup Joensen, útróðrarmaður í Leirvík.


Aðrastaðni frá

Jákup Joensen sigur, at tað er í hansara verð eingin ivi um, at smittan er komin aðrastðani frá til Føroya við eitt nú farmaskipum, sum sigla millum londini. Men ikki uttan á skipunum kortini. Tí tað, sum heftir seg á skipið, verður vaskað avaftur, meðan skipið siglir millum londini.

Hinvegin eru smá farmaskip, sum regluliga sigla millum eitt nú Fuglafjørð og útlendskar havnir, sum eisini liggja tætt upp at alibrúkum.

Skipini fara av Fuglafirði við farmi og koma viðhvørt tóm heimaftur. Tá er bara eitt at gera, og tað er at taka ballast. Tað er vanliga sjógvur.

Nú vita vit, at eitt nú ILA smitta hevur verið rundan um okkum í mong ár. So rímiligt er, at sógvurin, sum tikin verður inn, er smittaður. Tá tangin so verður tømdur aftur í Føroyum, er nærliggjandi at hugsa, at smitta kann fylgja við.

?Tað undrar ikki meg eitt einasta petti, at smittan fyrst varð ávíst á Fuglafirði, sigur Jákup Joensen. Tí tað er har, tey flestu skipini koma.


Eisini í Føroyum

Men eisini her millum oyggjarnar sigla skip, sum flyta sjógv, vísir hann á. Og tað er so galið, at eitt teirra siglir regluliga út og inn av Oyndarfirði við sjúkum fiski og sjógvi.

Vestborg flytir sjúka laksin av Oyndarfirði á Funningsfjørð, har hann verður tikin.

?Og at hon eisini kann flyta eitt sindur av smittu, er ikki óhugsandi, heldur Jákup Joensen úr Leirvík.

Hann vísir á, at laksurin skal hava sjógv at svimja í, meðan siglt verður. Og tann sjógvurin verður væl saktans tikin inn saman við laksinum, heldur hann. Tá er stórur møguleiki fyri at fáa sjúkan sjógv.

Eisini skal hesin sjógvurin skiftast í heilum, fyri at fiskurin ikki skal kvalast. Tá so nýggjur sjóvur verður tikin inn, fer tann brúkti útaftur.

Hvar fer so møgulig smitta tá? spyr útróðrarmaðurin og gággufiskarin úr Leirvík.