Dómsvaldið á Mallorca hevur ákært tann 43 ára gamla Iñaki Urdangarín fyri svik og fíggjarundandrátt fyri fleiri milliónir evrur.
Tað serliga við ákæruni er, at Iñaki Urdangarín er giftur við Cristinu prinsessu, sum er yngsta dóttir spanska kongin, Juan Carlos. Hann er harafturat hertogi av Palma. Kongshúsið hevur í sambandi við málið boðað frá, at tað hevur fulla virðing fyri teimum avgerðum, sum dómsvaldið tekur.
Urdangarin, sum var professionellur hondbóltsspælari á yngri árum, skal møta í rættinum tann 6. februar. Har skal hann greiða frá, hvussu fleiri milliónir evrur av almennum pengum hvurvu í einum felagsskapi, sum hann stóð á odda fyri frá 2004 til 2006.
Urdangarín hevur noktað seg sekan.