Verri vónir um framtíðina

Tveir triðingar av teimum vaksnu í Bretlandi vænta, at livikorini í landinum verða verri, tá teirra børn verða vaksin. Tað vísir ein nýggj kanning, sum samstundis staðfestir, at bretar hava munandi verri vónir um framtíðina nú enn í einari tilsvarandi kanning í 2003. Tá væntaðu bara 12 prosent, at tað fór at verða verri, tá teirra børn blivu vaksin.

Samstundis siga 61 prosent av teimum vaksnu bretunum, at Bretland er vorðið eitt verri land at búgva í, enn tað var. Hendan spurning fingu fólk eisini í fjør, og tá søgdu 49 prosent, at tað var vorðið verri at vera breti.

Blaðið The Guardian skrivar, at gongdin í Bretlandi er tann sama sum í USA. Í 2001 søgdu 71 prosent av teimum vaksnu amerikanarunum, at teirra børn fóru at fáa tað betur enn tey, men nú eru tað bara 44 prosent, sum hava ta áskoðanina, skrivar blaðið.