Nú skal kannast, um tað hereftir skal vera Posta, sum skal krevja inn kringvarpsgjald frá fólki.
Tað heldur meirilutin í Mentamálanevndini, nú hon hevur viðgjørt uppskoti frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um Kringvarpsgjald.
Kringvarpið hevur stórar trupulleikar av at krevja kringvarpsgjaldið inn og avleiðingin er, at tað standa støðugt eini 10% av kringvarpsgjaldinum úti, hóast nógv arbeiðsorka verður brúkt til endamálið.
Í hesum sambandi hevur Posta sær til Mentanarnevndina og bjóða seg fram at krevja inn gjøld fyri almennar stovnar og at byrja við Kringvarpsgjaldinum.
Posta sigur, at tey hava bestu adressulistarnar í landinum og kunnu veita trygd fyri, at Kringvarpið fær kringvarpsgjøldini.
Eisini vísti Posta á, at fyritøkan kann tryggja, at ikki goldin kringvarpsgjøld verða heintað inn.
Posta væntaði at brúka upp til 11?2 starvsfólk til at halda skil á allari innheintingarskipanini.
Meirilutin í Mentamálanevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, og Poul Michelsen í Framsókn, heldur tískil, at tað hevði verið skilagott, at landsstýrismaðurin í mentamálum kannar í samráði við Kringvarpið fyri at vita um Posta kann verða innkrevjari fyri Kringvarpið.
Posta hevur annars eisini bjóðað sær til at krevja inn gjøld fyri aðrar almennar stovnar eisini, men tey halda, at Kringvarpið kundi verið ein hóskandi byrjan