- Raksturin hevur verið stabilt góður árini 2004 til 2007, men í 2008 og 2009 var úrslitið vánaligt, sigur grannskoðarafyritøkan NOTA. Í greiningini hjá grannskoðarafyritøkuni verður tó lagt aftrat, at hóast seinnu árini hava roynst ymisk - tey fyrru góð og tey seinnu minni góð - eru verksmiðjutrolararnir tó rímiliga væl fyri við árslok 2009.
- Veiðinøgdin var betri í 2009 enn árið fyri, men prísurin er framvegis enn sera lágur, verður lagt aftrat.
Sambært upplýsingum, sum NOTA hevur fingið um gongdina í 2010, hækkar veiðinøgdin nakað í ár í mun til sama tíðarskeið í 2009. Harumframt hækkar miðalprísurin í 2010.
- Oljuprísurin er tó eisini á einum hægri støði í 2010 samanborið við árið fyri. Tí kann úrslitið hjá hesum skipabólki frá vanliga rakstrinum væntast at verða betri í 2010 enn í 2009, sigur grannskoðarafyritøkan NOTA.