Limir í Føroya Pedagogfelag halda fram at skipa fyri tiltøkum. Í morgun var eitt stórt alment tiltak í Ítróttarhøllini í Runavík, og í morgin verður enn eitt alment verkfalstiltak í Sarpugerði í Norðragøtu.
Á skránni til tiltakið í Sarpugerði, sum byrjar klokkan 14 í morgin, verða røður og sangur.
Tað eru hjálparfólk og pedagogar í Fuglafjarðar kommunu og í Eysturkommunu sum skipa fyri í Norðragøtu.