Verkfallið: Nú er ringt at siga hvat fer at henda

Vit kunnu ikki víkja frá tí, vit longu hava góðtikið, tí tað fer at fáa avleiðingar, sigur stjórin á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum

– Nú er ringt at spáa um, hvat fer at henda, ella hvussu leingi verkfallið verður. Tað heldur Jan Mortensen, leiðari í lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Semingsmenninir kallaðu annars partarnir til fundar í dag at vita um grundarlag var fyri samráðingum. Men niðurstøðan var, at hvørgin parturin hevur flutt seg nakað serligt og tískil boðar semingsmaðurin frá, at sum støðan er nú, gera ikki meiri.

Jan Mortensen sigur, at er hetta støðan hjá semingsmonnunum, tekur hann tað til eftirtektar, men nú er ringt at siga, hvussu verður.

Drívmegin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er, at tær skulu hava eina lønarhækking, sum lyftir tey upp á sama lønarstig, sum aðrir fakbólkar á sama útbúgvingarstigi, eru á.

Jan Mortensen sigur, hesi seinastu árini hava tær hálað seg rættiliga langt inn á aðrar fakbólkar á sama útbúgvingarstigi.

– Í 2017 fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir eina lønarhækking, sum var munandi hægri enn onnur fakfeløg fingu, og í samráðingunum hesa ferð hava vit bjóðað teimum somu lønarhækking, sum øll hini fakfeløgini hava fingið, sigur hann.

Hetta merkir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu havt eina løn, sum er beint undir lønini hjá onkrum av fakbólkunum á sama útbúgvingarstigi, men lønin hevði verið hægri enn lønin hjá øðrum fakbólkum á sama útbúgvingarstigi og sum tær arbeiða saman við í heilsuverkinum.

– Eg havi ilt við síggja handan skeivleikan, sigur Jan Mortensen.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ført fram, at hetta er ein mismunur í løn, tey hava stríðst við í eini 50 ár. Jan Mortensen sigur, at tað eigur at vera skilligt fyri øllum, at slíkt letur seg ikki rætta aftur upp á eina, ella tvær samráðingar.

Men hann vísir eisini á, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki bara ábyrgdina sjúkrarøktarfrøðingunum, tí tey samráðast við ein hóp av øðrum fakfeløgum.

– Skuldi tað hent, at sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu fingið eina størri lønarhækking enn onnur hava fingið, hevði tað sjálvsagt fingið ávirkan á tær komandi samráðingarnar. Tað, vit gera í hesum samráðingunum, fær ávirkan á samráðingarnar, sum liggja fyri framman.

Upprunaliga var útspælið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at nú korona er farið at herjað, eiga ongar lønarhækkingar at vera. Men tá ið Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir samráddust seg fram til eina lønarhækking, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt av at halda seg til somu lønarhækking, sum verkafólkið fekk.

– Tað er nokk so vanligt, at tað eru vinnur, sum eru í kapping, sum leggja støðið, og so fylgir restin aftan á, sigur Jan Mortensen.