Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag avgjørt at útseta ætlaða víðkanina av verkfallinum, ið skuldi byrja í morgin og umfataði allar sjúkrarøktarfrøðingar á B6. Tað skrivar felagið á heimasíðuni fyri løtu síðan.
- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur seinnapartin í dag verið á fundi við Semingsstovnin og Fíggjarmálaráðið. Partarnir komu ásamt um at royna eina nýggja semingsroynd, sum byrjar í morgin ári kl 09:00, skrivar fakfelagið og leggur afturat.
- Við virðing fyri semingsroyndini hevur nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tikið avgerð um at útseta fráboðaðu víðkanina av arbeiðsstegðinum, sum umfatar B6 á Landssjúkrahúsinum,og sum skuldi koma í gildi í morgin 16.11.17 kl 07:00.









