- Eitt týðandi stig á grønu leiðini er at taka endaliga avgerð viðv. verkætlanini við pumpuskipan í Vestmanna, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
-Fyri at kunna taka eina rætta avgerð, er umráðandi at kanna møguligar optimeringar og tillagingar nærri, og hesum hevur eykaaðalfundurin tikið undir við í dag við stórum meiriluta, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Sev skrivar, at nevndin bað eykaaðalfundin um loyvi til at kanna verkætlanina nærri fyri at fáa til vega eina tøkniliga optimering/tillaging av verkætlanini, eina meting um samfelagsligu nyttuna og samsvarandi optimeringina fáa nýggj tilboð frá veitarum, eftir at útboð er farið fram í nøktandi mun.
Metti kostnaðurin av hesum arbeiði er 10 mió. kr, og fíggjarætlanin fyri 2025 verður broytt samsvarandi.
Umboð fyri allar 29 kommunurnar vóru møttar á fundi. Tilsamans eru 73 atkvøður, og atkvøðugreiðslan var 65 fyri og 8 ímóti.











