Sálarsjúk: Ímynda tær at tú hevur starvast sum pedagogur á einum dagstovni.
Tað vil kortini so illa til, at tú gerst so mikið sjúk av tunglyndi, at tú má taka heilivág hvønn einasta dag og harafturat verður noydd at siga starvið frá tær. Ella tú verður kanska uppsøgd vegna sjúku.
Við at gerast arbeiðsleys kennir tú tað kanska, sum tú missir ein stóran part av lívsvirðinum, tí tú saknar at hava eitt arbeiði at fara upp til um morgnarnar, eins og tú saknar starvsfelagarnar.
Men nú er vón fyri framman hjá hesum fólkunum: Ein nýggj verkætlan innan Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum skal nú hjálpa fólki í líknandi støðum út aftur í samfelagið.
Her fáa sálarsjúk fólk møguleika at fáa eina viðkomandi, teoretiska frálæru, samstundis sum tey eru í eini hóskandi starvsvenjing. Tí ber verkætlanin heitið Starvsfólk við brúkarafortreytum.
- Ein ynskiligur og kærkomin vinningur við hesi verkætlanini er, at hon brýtur niður tabuið um sálarligar sjúkur, sigur sosialráðgevin, Bergtóra H. Joensen, sum samskipar hesa verkætlanina.
Í blaðnum í dag verður lýst við hesi spennandi verkætlanini, har sóknast verður eftir eini 10 fólkum, ið hava kent sálarliga sjúku á sín egna kropp.
Størri opinleika
Hugsanin aftanfyri hesa SB-verkætlanina er lutvís at menna fyrrverandi sálarsjúkar føroyingar til at kunna virka í einum starvsfólkabólki innan psykiatriska økið. Talan kann til dømis vera um ein bústovn ella eina psykiatriska deild.
Einasta krav til umsøkjararnar er, at tey í fyrstu syftu hava innlit í sína sálarligu sjúku, og at tey hava einhvørja fakliga útbúgving.
Tað er heldur ikki at taka seg aftur í, at tað eru nógvir fyrimunir við júst hesum starvsfólkunum.
Tey tosa í fyrsta lagi sama mál sum tey sjúku, men tey eru samstundis prógv um, at til ber at koma styrkt uppundan aftur.
- Fáa vit haraftrat eisini skapt ein størri opinleika um sálarligar sjúkur í Føroyum, so er nógv vunnið, sigur Bergtóra.
Henni hevur verið víst serstøk vælvild innan tað psykiatriska økið, og tí verður gjørligt hjá hesum fólkunum at koma í starvsvenjing innan fleiri øki bæði innan sjúkrahús og sosialpsykiatriina.
Geva av síni vitan
Henda nýggja SB-verkætlanin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
Í øðrum londum hevur ein kortini drúgvar og góðar royndir við hesum. Og tað er m.a. út frá royndum í Danmark at ein nú fer treystliga til verka í Føroyum eisini.
At fara undir eina slíka verkætlan kostar sjálvandi pening. Men psykiatriski depilin hevur valt at játta verkætlanini at virka í eitt ár.
Verkætlanin vendir sær til tey sálarsjúku, sum hava mist tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hinvegin so kunnu hesi fólkini eisini geva av síni fakligu vitan innan tað økið, tey koma at starvast í.
Á henda hátt fáa fólk nýtt sín fakliga førleika, samstundis sum hesi fólkini koma at standa sum "rollumodell" fyri onnur í somu støðu sum tey.
Bæði-og
Tað er í nógvum førum soleiðis í okkara samfelag, at vanligt er at ein antin arbeiðir 40 tímar um vikuna ella slettis ikki.
Tað eru so nógv fólk, ikki minst sálarsjúk, sum uttan iva megna at arbeiða nakrar tímar dagliga, hóast tey kanska ikki megna "deadlines" ella ov nógvan larm.
- Men tey kunnu saktans fáa ein hóp frá hondini um bert røttu atlitini vera tikin. Tað nýtist ikki at vera antin-ella, tað kundi eisini verið bæði-og. Eg haldi, at her er neyðugt við eini hugburðsbroyting.
- Vit vóna tí, at verkætlanin vekir áhuga, og at fólk sum kundu sæð seg sum SBarar halda seg til at søkja. Enn eru sálarsjúkur nakað, ein ikki tosar so nógv um, men tað ynskja vit at broyta. Vit ynskja, at tað skal vera líka náttúrligt at tosa um sálarsjúku sum at ein hevur havt beinbrot, sigur Bergtóra H. Joensen.
Aðrastaðni vísa tøl, at umleið 20% av øllum fólkum koma í samband við psykiatriina so ella so minst eina ferð í lívinum.
- Og hví skuldi tað so verið øðrvísi her á landi?!, spyr Bergtóra
Eitt baks at koma uppundan aftur
46 ára gamla Fía Lamhauge úr Havn er SBari í verkætlanini. Hon livdi eitt vanligt lív, til hon fyri nøkrum árum síðani gjørdist sálarsjúk í eitt tíðarskeið.
Verkætlan
Tað hevur verið eitt baks at koma heilt uppundan aftur, og tað hava verið nøkur afturstig. Men í dag livir Fía kortini væl og megnar at arbeiða niðursetta tíð.
Afturat nýggja SB-starvinum er hon komin í helvt við einari minni psykoterapeutiskari útbúgving.
Hon er sannførd um, at starvsfólk við brúkarafortreytum eru vegurin fram, tá tað snýr seg um starvsfólk innan psykiatriina.
- Alt gott um professionella hjálp, og tað hevði eg avgjørt eisini fyri neyðini. Men tá eg fyrstu ferð hoyrdi um SB-verkætlanir var mín fyrsti tanki: Sjálvandi! Í mínum føri hevði tað verið ómetaliga gott eisini at havt fólk um meg, sum sjálvi høvdu verið í sama báti og harvið tosaðu "sama mál".
- Samstundis vildu tey verið livandi prógv um, at til bar at koma uppundan aftur. Tað hevði uttan iva birt eina nýggja vón í mær, sigur Fía Lamhauge.
Familjan verður altíð hart rakt hjá einum sálarsjúkum. Og júst í hesum kann ein SBari verða til stóra hjálp.
Bergtóra og Fía, sum manna verkætlanina hava enn bert arbeitt saman í nakrar fáar dagar. Tær eru tó longu á einum máli um, at tær supplera hvørja aðra stak væl.
Mangan síggja tær avbjóðingarnar frá hvør sínum vinkli, og soleiðis koma tær í dýpdina og allan vegin "runt" í ymsu málunum og samstarvinum sum heild.