Verjuspælari hjá City í øðini um VAR

Champions League: Aymeric Laporte heldur at tað er fríspark, tá Lyon skorar til 2-1

Manchester City tapti í gjár óvæntað fyri Lyon í fjroðingsfinaluni í Champions League. Lyon vann 3-1, men í samband við øll málini var VAR í spæl. Verjuspælari hjá Manchester City, Aymeric Laporte, er ónøgdur við málið til 2-1.

Síggj samandrátt við at trýsta HER

Í uppspælinum fer Aymeric Laporte umkoll, tí hann og málskjúttin, Moussa Dembele, renna saman. Moussa Dembele fær fyrimun av støðuni, men hóast endurtøkur frá VAR, so bleiv málið góðtikið. Sjálvt viðmerkjarin og fyrrverandi Manchester United spælarin, Rio Ferdinand, undrast. Tað hevur Aymeric Laporte eisini lagt merki til.

- Tú kanst ikki siga, at Rio Ferdindan er nakar stórur Manchester City fjeppari, ha? Alíkavæl er hetta tað hann kemur fram til. Lat meg gera greitt, at eg ætli ikki at fjala meg,men hendan avgerðin er torfør at góðtaka í einum so avgerandi dysti við VAR, skrivar Aymeric Laporte á Twitter.

Í samband við bæði 1-0 málið og 3-1 málið til Lyon var ivamál um rangstøðu, men í báðum førum kundi VAR staðfesta, at tað ikki var rangstøða. Lyon skal nú spæla móti Bayern Munchen í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Paris Saint Germain og RB Leipzig.

Champions League fjórðingsfinalur: 

Manchester City – Lyon 1-3 (0-1)

0-1  Maxwel Cornet, 24

1-1  Kevin De Bruyne, 69

1-2  Moussa Dembele, 79

1-3  Moussa Dembele, 87

FC Barcelona – Bayern Munchen 2-8 (1-4)

0-1  Thomas Muller, 4

1-1  David Alaba, 7 sjálvm

1-2  Ivan Perisic, 22

1-3  Serge Gnabry, 28

1-4  Thomas Muller, 31

2-4 Luis Suarez, 57

2-5 Joshua Kimmich, 63

2-6 Robert Lewandowski, 82

2-7 Philippe Coutinho, 85

2-8 Philippe Coutinho, 89

Atalanta – PSG 1-2 (1-0)

1-0 Mario Pasalic, 27

1-1 Marquinhos, 90

1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2

RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)

1-0  David Olmo, 50

2-1  Joao Felix, 71 br

2-1 Tyler Adams, 88

Hálvfinalur: August 18-19 (Lissabon)

Lyon - Bayern Munich

RB Leipzig – Paris Saint-Germain