Danmark
FCK skal komandi tvær vikurnar stríðast fyri at varðveita oddasessin í superliguni og harvið at vinna DM. At tað í ár er komið har til hjá felagnum, sum í fleiri ár hevur ætlað sær at verið ímillum tey fremstu, men sum hevur verið sera óstøðugt undanfarin ár, verður fyrst og fremst sagt at komast av, at felagið síðsta summar keypti Jakob Laursen úr Onglandi. Hann hevur tett verjuna heilt nógv, verður sagt.
Nú verður í donskum fjølmiðlum skrivað, at tað er stórur møguleiki fyri, at Jakob Laursen ikki verður á FCK liðnum eftir summarfrítíðina. Søgan hevur fingið bein at ganga á, eftir at Jakob Laursen aftur hevur selt stóru og snotuligu húsini, sum hann fyri stuttum hevur keypt í Hellerup.
Norski FIFA agenturin, Erik Soler, ásannar, at hann og verjuspælarin hava tosað við FCK um møguleikan í summar at strika sáttmálan, sum annars er galdandi fleiri ár afturat.
Danskir fjølmiðlar vilja vera við, at tað er týska felagið Hamburger SV, sum er framvið og ætlar at keypa. Nógvir pengar sigast at vera upp á spæl. Tað vil siga, at bæði Jakob Laursen og FCK hava møguleika at vinna milliónir. Hetta ljóðar freistandi hjá spælaranum, meðan tað nevyan er serliga spennandi hjá FCK, sum eigur nógvar milliónir á kistubotninum, at selja týdningarmesta spælaran, áðrenn teir skulu royna seg í Europa Cup.