Verður liggjandi við oljukeiina

Russiska farmaskipið Sunny Linam sum fór á land á Kunoyarnesi í fyrrakvøldið, liggur nú aftur trygt við oljukeiina.

Har liggur tað trygt og har verður tað liggjandi, til støða er tikin til, hvat skal henda við skipinum framyvir, sigur MRCC.

Tað var klokkan seks í morgun, at síðsta fyrireikingin í sambandi við arbeiðið, at toga Sunny Lina av aftur Kunoynni, varð sett í verk.

Brimil, stuðlaður av Ziska, Pressaranum og Klaksvíkar Sløkkiliðið, togaði Sunny Lina av aftur Kunoynni og skipið fleyt klokkan 09.27.

Kokkan. 10.12 bleiv Sunny Lina lagt at landi við oljukeiina í Ánunum og bjargingarátakið var liðugt.

- Bjargingarátakið eydnaðist væl, tað var eitt sera gott samstarv millum lands- og kommunalar myndugleikar, bjargingarfelagið og privatfólk.