Verður kanska fastur avloysari fyri Smyril

Galaxy kom í verri orð enn hon hevði uppiborið, heldur stjórin á Strandferðsluni

Tað kann henda seg, at Galaxy verður fast avloysaraskip, tá ið Smyril skal í dokk.

 

Tað sigur Hilmar Eliaseen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Hann sigur, at verður alsamt verri og verri at finna nakað avloysaraskip fyri Smyril. Ein orsøk er, at altjóða krøvini til skip, eru so strong og tey herðast alla tíðina, og tískil eru tað ógvuliga fá skip, sum verða góðkend at sigla í Føroyum.

 

Ein onnur orsøk er at reiðarí hava lítlan hug til at gera leigusáttmála um skip fyri so stutt tíðarskeið, sum ein mánað. Og hugurin verður enn verri at binda seg til langtíðaravtalur um tað, tí tey vilja øll leiga skipini út í longri tíðarskeið.

 

Men kortini heldur Hilmar Eliasen, ein møguleiki er at gera eina langtíðaravtalu við reiðaríið hjá Galaxy um at fáa skipið aftur.

 

Hann sigur í hesum sambandi, at tey umhugsa at gera eitt ætlanarskriv, sum tað eitur, við reiðaríið um at fáa Galaxy aftur, tá ið Smyril skal í dokk.

 

Men hann ásannar, at verður Galaxy avloysaraskip aftur, er tað neyðugt at gera nakrar broytingar.

 

– Vit mugu taka í egnan barm og viðganga, at tað gekk ov illa at halda ferðaætlanina, serliga tí at tað gekk ov seint at leggja at.

 

– Ein máti kundi verið at fingið manningina til Føroya á simulatorskeið á Vinniháskúlanum í nakrar dagar, áðrenn siglingin byrjaði, fyri at gera teir tryggari av manøvrera skipið í havnunum í Føroyum.

 

So kunnu menninir venja seg við umstøðurnar, bæði streym og vind. Samstundis verður neyðugt at hava sleiparar klárar at hjálpa til at leggja at. Tað átti at gjørt tað munandi skjótari at lagt at bryggju, sum var størsti trupulleikin. Og tilsamans skuldi tað sostatt gingið nógv betur at hildið ferðaætlanina. sigur Hilmar Eliasen.

 

Hann sigur, at tá ið eitt skip undir fremmandum flaggi kemur til Føroya, hevur føroyska manningin ikki heimild at taka útlendsku manningina av ræði, og tann útlendska manninginfylgir teimum treytum, hon hevur.

 

Annars heldur Hilmar Eliasen, at Galaxy fekk verri orð á seg, enn hon hevði uppiborið. Tað gekk illa at halda ferðaætlanina, men annars sigldi hon í 18 dagar uttan nakrar sum helst trupulleika.

 

Skipið er gamalt, men umstøðurnar umborð vóru góðar. Hann sigur í roynd og veru er hetta tað besta avloysaraskipið, vit hava havt, tá ið vit ikki hugsa um Norrønu, men hon er ikki til taks longur.

 

Hann hugsar um avloysara skip, sum Claymore, Skt Ola, Regina Baltica og kanska onnur við, sum ikki hóskaðu seg væl til Suðuroyarsiglingina.

 

Og tí heldur hann, at tað er eitt sindur spell, at mestsum tað einasta, ið situr eftir hjá fólki, er, at Galaxy vendi aftur tann eina túrin og strikaði ein túr dagin eftir.

 

Og so var tað heldur ikki útlendska manningin, sum einsamøll hevði skyldina av tí. Orsøkin var nevniliga, at teldan við aldumátingunum hjá Landsverki, riggaðu ikki, og sostatt fekk skiparin ikki at vita, hvussu aldan var.

 

Galaxy er nevniliga ikki góðkend til at sigla í størri aldu enn fýra metrar og tá ið tekniskt brek elvdi til, at skiparin ikki fekk alduhæddina, gjørdi hann av at binda um heilan fingur og at venda við aftur.