Faisal Shahzad, sum varð tikin á JFK-flogvøllinum í New York og settur í samband við bilbumbuna á Manhattan verður nú ákærdur fyri yvirgang og fyri at hava roynt at brúka hópoyðingarvápn.
Tað sigur amerikanski løgmálaráðharrin, Eric Holder.
-Tað var ein yvirgangsroynd, sum hevði til endamáls at drepa amerikanarar, segði Eric Holder á tíðindafundi. Hann legði afturat, at tann 30 ára gamli Shahzad hevur givið løgregluni týðandi upplýsiongar undir avhoyringunum.
Faisal Shahzad er føddur í Pakistan, og løreglan har hevur tikið nøkur skyldfólk og vinfólk hansara. Tey skulu avhoyrast fyri at fáa greiði á, um teyt høvdu nakað við bumbuætlanina at gera.
Sambært amerikonsku løgregluni hevur Shahzad sagt, at hann var einsamallur um ætlanina.