Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur
----------
Latið okkum sum Føroya fólk standa saman um okkara vinnulívsfólk, soleiðis, at hesi føla seg væl og virðismett í okkara landi. Bæði til at gera íløgur og skapa arbeiðspláss til frama fyri okkara fólk og tjóð. Vit eiga at seta prís upp á hesi fólk, sum halda landinum uppi. Tey hava sanniliga uppiborið eitt herðaklapp fyri teirra ágrýtni.
Eg kann taka dømir frá Norðurøkinum. Vit eru vælsignaði við vinnulívsfólkum, sum viðáræði og ágrýtni hava havt sera stóran týdning fyri økið ígjøgnum langa tíð. Hettar eru óstøðugar og til tíðir sera ótryggar vinnur, sum hesi hava arbeitt undir. Nógvir ókendir faktorar spæla inn og tey hava verið noydd til allar tíðir at innorna seg eftir hvussu náttúran og annað hevur skikkað sær. Tað er tí umráðandi at tey kunnu leggja til síðis í góðum tíðum til at brúka í verri tíðum.
Í Klaksvík merkja vit sera skjótt, um vinnan hevur tað gott ella ikki. Hetta avspeglast beinanvegin í kommuni.Um vit skapa góðar karmar, so vil hetta gera sítt til at eggja føroyingum uttanlanda at koma hendanvegin at gera íløgur og skapa arbeiðspláss. Hetta kann vera innan ymiskar vinnur. Hetta kundi t.d. verið innan tøkni, gransking, heilivág, films- og tónlist.
Føroyar skulu teljast millum heimsins fremstu vinnulívstjóðir. Í Føroyum skal vera virðing fyri okkara vinnulívsfólki. Her skulu teir bestu karmarnir vera. Her skal tað loysa seg at arbeiða nógv. Tað skal vera rúmligt og pláss fyri øllum.
Vit mugu ansa eftir, at okkara vinnulívsfólk ikki kasta handklæðið í ringin og rýma, tí tey ikki føla seg nóg virðiliga viðfarin. Sjálvandi skulu tey halda seg innanfyri lógarinnar rammur og ikki viðfarast sum heilagar kýr.
Eitt er heilt vist: Okkara vinnulívsfólk verða verðandi vinnulívsfólk. Um tey kasta handklæðið í ringin her, so fara tey aðrar leiðir. Onnur lond standa við opnum ørmum og taka væl ímóti teimum. Øll samfeløg hava brúk fyri slíkum fólkum.
Latum okkum vera góð við og sláa ring um tey. Tá vinnulívið hevur tað gott, er ein av teim grundleggjandi fortreytunum fyri einum góðum samfelagið uppfylt.