Verða løgverjan og rættarskipanin kortini yvirtikin í hesum valskeiðinum ?

Sambært Degi og Viku tann 27. mai, so segði Sjálvstýrisflokkurin (í sambandi við samgongusamráðingarnar), at tað kom ikki upp á tal at yvirtaka løgverjuna og rættarskipanina í hesum valskeiðinum.

Hetta ljóðaði skilagott, og vóru vit mong sum vónaðu, at Sjálvstýrisflokkurin við hesum ætlaði at halda sítt vallyfti um at "vera bremsan í einum fullveldislandsstýri".
Men nú um dagarnar lýsir Løgmansskrivstovan eftir aðalstjóra til nýggja Løgmálaráðið. Í lýsingini stendur millum annað:
"Aðalstjórin fær høvuðsábyrgdina av at skipa Løgmálaráðið og skal standa fyri at skipa arbeiðið viðvíkjandi yvirtøkuni av løgregluni og rættarskipanini."
Spurningurin er so um hetta merkir, at løgreglan og dómsvaldið kortini verða yvirtikin í hesum valskeiðinum, ella um vit skulu trúgva, at eitt fólk verður sett í starv í juli 2002 fyri at gera eitt arbeiði, sum ikki verður sett í verk fyrr enn aftaná tann 30. apríl í 2006 ?
- Hvar fór bremsan ?