Fiskivinna
Línuskipið, Venus, var á Miðvági mánadagin við umleið 90.000 pundum av toski og
hýsu. Fiskavirking í Miðvági keypti hýsuna, sum verður skorin til flak og partvís fer til portiónir. Onnur virkir keyptu toskin.
Albert Ellefsen, virkisleiðari,sigur, at hýsan yvirhøvur er smá.
Sagt hevur verið, at hýsan, sum trolararnir fáa, er væl betri enn hýsan hjá línubátunum, men Albert heldur, at tað veldst um, hvar skipini fiska.
- Hýsan hjá trolarunum er eisini misjøvn, sigur hann.
Spurdur, hvussu hann væntar, at næstu dagarnir verða á virkinum, sigur Albert, at tað er ilt at meta um so tíðliga í vikuni, men hann væntar, at nóg mikið verður at gera alla vikuna.
- Veðrið er hampiliga gott, og streymurin er góður, so línuskipini kunnu fáa ein túr aftrat. Tey flestu eru komin innaftur, og nøkur eru farin útaftur, sigur virkisleiðarin.