Fiskivinna
Línuskipið Venus úr Sandavági skal gerast friðaligari at vera umborð á. Skipið fær ísettan rullitanga, ella stabilisatortanga sum tað eisini verður nevnt.
Venus er við at verða gamal skip. Hann nærkast teimum 40, og eru tí eisini ábøtur neyðugar av og á. Skipið er fyrr yvirdekkað og hevur fingið nýggja brúgv. Nú verður tað turrdekkað. Tað vil siga, at lensiportrini verða typt, so eingin sjógvur kemur á dekkið.
Eisini eru onkrar aðrar smærri, soleiðis meira vanligar umvælingar, sum skulu gerast, nú skipið kortini er á sleipistøð. So sum máling og slíkt.
Rullitangin á Venusi verður settur oman á yvirdekkið fram móti mastrini. Spælið, sum har er, verður so flutt fram á bakkan. Væntandi fer alt arbeiðið, sum nú verður gjørt, at kosta út í móti milliónini, metir reiðarin.
Annars hevur árið, ið nú er um at fara, ikki verið fult so gott, sum tað kundi verðið. Venus varð klassaður í januar. Men longu 11. februar breyt hann motorin og legðist lamin. Brekið varð so umvælt, men helt stutt. 11. mars var aftur galið. Sama brekið aftur. Men síðan hevur verið í lagi, og fiskiskapurin hevur verið sum hjá hinum. Men hetta fyrsta kvartalið kostaði nakað av pengum, letur reiðarin at.
Mars og Vesturtúgva hoyra eisini til sama reiðarí sum Venus. Mars er ikki til fiksiskap. Hann verður brúktur sum hjálparskip í oljuvinnuni í Norðsjónum.
Vesturtúgva samtrolar við Grønanesi úr Vestmanna, og tað hevur gingið hampiligt í ár.
Men nú um vikuskiftið seinast vóru teir fyri tí óhappi at missa trolið. Kortini sluppu teir við skrekkinum, tí eftir at báðir bátarnir høvdu dreggjað í einar sjey tímar, fingu teir trolið aftur.
Teir vistu alla tíðina, hvar trolið lá, greiðir reiðarin frá. Tí »sensorarnir« virkaður og søgdu frá, hvar trolið var.