Venjingarskúlin skal seljast

Tórshavnar kommuna umhugsar møguleikan at selja Venjingarskúlan og í staðin fyri at byggja ein nýggjan skúla í vesturbýnum.

Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent av Venjingarskúlanum, meðan landið eigur hini 60 prosentini, har læraraskúlin og pedagogskúlin halda til. Kommunan væntar, at landið vil keypa teirra part av skúlanum, og flyta fleiri hægri útbúgvingar inn á skúlan.
- Skúlin er ikki optimalur til fólkaskúla, gongirnar eru langar, tað er langur vegur út og har er eingin skúlagarður, har øll børnini kunnu fara út at spæla í senn.
Sigur Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentunnarnevndini í Tórshavnar kommunu.
- Skúlin er nógv betur egnaður til vaksin fólk.
Ætlanin er at gera ein fólkaskúla úti á Fløtum, har pláss er fyri trimum flokkum á hvørjum árgangi. Pengar eru ikki settir av til verkætlanina enn, men Hildur Eyðunsdóttir heldur tað hava skund at fáa ein nýggjan skúla.
Hon vónar, at kommunan fer í gongd við at gera ein nýggja Vesturskúla, so skjótt útbyggingarnar av Argja skúla og Velbastaðar skúla eru lidnar.