Venjarin skoytir ikki um Heskey

Leicester venjarin, Nigel Pearson sigur, at Emile Heskey kemur ikki at styrkja um felagið

 

Hóast fyrrverandi enski landsliðsleikarin Emile Heskey fyri nøkrum døgum síðani, luftaði tankan um at gera eitt comeback fyri barndómsfelagið Leicester City í Premier League, so er Leicester City venjarin, Nigel Pearson, tó ikki við uppá hugskotið hjá Heskey.

 

Les eisini: Heskey vil gera comeback

 

-       Eg eri sannførdur um, at Heskey ikki kemur at styrkja um hópin hjá okkum, og tí ynskja vit ikki at gera sáttmála við Emile Heskey, ið annars er høgt í metum í felagnum.

 

Tað var í Leicester City, at Emile Heskey av álvara fekk sítt gjøgnumbrot í enskum fótbólti. Emile Heskey spældi við Leicester City frá 1987 til ár 2000, tá hann varð seldur víðari til stórfelagið Liverpool.