Vánaligu úrslitini - millum annað ímóti Føroyum - hava nú havt ta avleiðing, at venjarin hjá eysturríkska fótbóltslandsliðnum er farin úr starvinum Seinastu 7 mánaðirnar hevur Karel Brukner verið venjari hjá Eysturríki, men hann er nú farin úr starvinum.
Úrslitini hjá Eysturríki hava verið vánalig, og fýra teir fyrstu dystirnir í HM-undankappingini hava bert givið fýra stig.
Eysturríki spældi javnleik ímóti Føroyum, og tað úrslitið er ivaleyst viðvirkandi til, at Bruckner nú er farin úr starvinum.
Eysturríkska fótbóltssambandið sigur, at tað er komið ásamt við venjaran um at gevast við samstarvinum.
69 ára gamli Karel Bruckner er úr Kekkia, og hann hevur áður fingið góð úrslit við kekkiska landsliðnum.










