Venja tað seinasta til frumframførsluna

Í annaðkvøld verður sangleikurin "Oliver Twist" frumframsýndur í Víkinga-húsinum í Norðragøtu

Týskvøldið klokkan 19 verður sannleikans tími hjá teimum 59 leikarunum, sum tá skulu frumframføra sangleikin "Oliver Twist" í Víkinga-húsinum í Norðragøtu.

 

Rás2 var á gátt í farnu viku, har vit tosaðu við bæði eldri leikarar, sum Tórbjørn "Tobba" Jacobsen, John Andersen, Alva Justinussen og Noomi Reinert, umframt, at vit tosaðu við yngru leikarar. Vit fingu eisini orðið á leikstjóran, Riu Tórgarð í Víkingahúsinum.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina reportasju við samrøðum, sangbrotum og sekvensum frá sangleikinum, sum verður frumframførdur í annaðkvøld.