Aftaná fimm dystir eru føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson og liðfelagarnir í Vendsyssel FF ikki longur ósigraðir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Áðrenn útidystin ímóti HB Køge í dag hevði Vendsyssel FF 10 stig fyri fýra dystir, men í dag gjørdist talan um tap.
Køge kom á odda í 23. minutti, og stutt undan dystarloki øktu teir til 2-0.
Fredericia og Lyngby møttust í oddadysti í Fredericia. Fredericia vann 3-1.
Fredericia er á odda við 11 stigum, Vendsyssel FF er nummar tvey við 10 stigum, og Lyngby er nummar trý við níggju stigum. Øll liðini hava leikt fimm dystir. Hitt føroyingafelagið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vejle er nummar fimm við átta stigum.
Komandi sunnudag spælir Vendsyssel FF heimadyst ímóti FC Vestsjælland.