Við bert tveimum minuttum eftir eydnaðist Hollandi at javna móti Meksiko, og tríggjar minuttir inn í yvirtíðina fingu teir brotsspark.
Tað tóktist ein hørð lagna hjá Meksiko í áttandaparts finaluni móti Hollandi.
Eftir ein heldur lakan fyrra hálvleik, har ógvusligi hitin tarnaði spælinum almikið, var ikki meiri enn lagt frá landi í øðrum hálvleiki, tá Giovanni Dos Santos legði Meksiko á odda.
Tað fekk Holland at leggja trýst á allan seinna hálvleik, men Ochoa í meksikomálinum stóð aftur sum ein brandur.
Líka til tveir minuttir vóru eftir á klokkuni, tá tað endiliga eydnaðist illa útskeldaða Wesley Schneider at smekka bóltin í málið.
Seks minuttir vórðu lagdir aftrat, og tá tríggir teirra vórðu leiktir, fekk Arjen Robben eitt brotsspark, kanska nakað tunt, men kortini eitt, ið kundi dømast.
Klaas Jan Huntelaar var tryggur sum trøllið og sendi Holland víðari til fjórðingsfinaluna.









