renta
Evropeiski miðbankin hevur í longri tíð givið ábendingar um, at bankin er bangin fyri høgum príshækkingum. Hetta er ein av orsøkunum til, at tosað hevur verið um rentuhækkingar á seinasta rentufundi miðbankans. Spurningurin er tó, hvørt tosið um hækkandi prísvøkstur er vælgrundað? Tað kann hugsast, at prísvøksturin í Evropa kann verða nakað lægri enn tey 2%, sum miðbankin hevur sett sum mál. Tað eru ávísar ábendingar um, at prísvøksturin fer niður um hetta mál. Um tað fer at halda, kann hugsast, at miðbankin fer at broyta sína støðutakan. Fyrstu ábendingarnar hesum viðvíkjandi koma mikudagin, tá fyribils prísvakstrartøl úr Týsklandi verða kunngjørd.
Alsamt hækkandi sethúsaprísurin í Evropa seinastu árini, hevur verið eitt afturvendandi tema á fíggjarmarknaðinum. Nær fer prísurin at steðga ella venda? Í dag, týsdagin, kom vísital fyri sethúsaprísirnar í Onglandi. Hetta varð væl lægri enn roknað varð við. Tí er spurningurin, hvørt gongdin er um at venda, ella talan bert er um eina normalisering á økinum. Eftir at tølini vóru kunngjørd, lækkaði pundið frá 10,8 niður á 10,74.
Tað letur til at vøksturin í USA fer at lækka í 2005. Tað eru kortini serliga tvey viðurskifti, sum kunnu broyta hetta: Lækkandi oljuprísir og støðugt hækkandi sethúsaprísir. Spurningurin er, hvørt gongdin í Bretlandi fer at breiða seg til onnur lond.
Fíggjarmarknaðurin er við at fara í jólafrí. Vikan, sum kemur, hevur ikki mong hagtøl at bjóða, og so er bert at vóna, at jólafriðurin eisini verður á fíggjarmarknaðinum.