Gølan um News International og arbeiðsháttin hjá blaðnum News of the World ávirkar tað politiska veðurlagið í Bretlandi og serliga umdømið hjá stjórnini og stjórnarleiðaranum. Í einari nýggjari meiningakanning, sum er gjørd fyri Reuters, siga 63 prosent av teimum spurdu, at tey eru misnøgd við stjórnina, og 53 prosent siga seg vera misnøgd við David Cameron, forsætisráðharra. 38 prosent halda hinvegin, at hann ger eitt gott arbeiði.
Forsætisráðharrin hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann fekk sær fyrrverandi News of the World-blaðstjóran Andy Coulson til talsmann. Í kanningini hjá Reuters siga 52 prosent av teimum spurdu, at David Cameron hevur handfarið gøluna illa, men 36 prosent halda, at hann hevur borið seg rætt at. Næstan helmingurin av teimum spurdu halda, at Labour-formaðurin, Ed Milliband, hevur dugað betur at handfara gøluna.
Reuters-kanningin vísir eisini, at hevði parlamentsval verið í dag, hevði tann konservativi flokkurin hjá Cameron fingið 32 prosent av atkvøðunum og teir liberalu demokratarnir 11 prosent. Labour hevði fingið 39 prosent.
Seinni í dag skal David Cameron í eldin, tá parlamentið fer at viðgera News of the World-gøluna.