Veljarakanning: Meiriluti vil útseta fiskivinnunýskipanina

Ein stórur meiriluti í fólkinum vilja útseta fiskivinnunýskipanina, sambært nýggjastu veljarakanningini

Sambært nýggju veljarakanningini, ið Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið, so ynskir ein stórur meiriluti av Føroya fólki at útseta fiskivinnunýskipanina við einum ári. Tað skrivar Norðlýsið.


Tá fólk blivu spurd um fiskivinnunýskipanin eigur at vera útsett í eitt ár, svaraðu 61 prosent av teimum spurdu ja, 27 prosent svaraðu nei og 11 prosent vistu ikki.


Veljarakanningin hjá Norðlýsinum varð gjørd í døgunum 20. til 21. november, og 813 fólk luttóku í henni.


Fiskivinnunýskipanin hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni, men nú 1. januar nærkast, ið dagurin tá nýggja skipanin skal setast í gildi, er tað nógv, ið bendir á, at samgongan ikki hevur neyðugu atkvøðurnar til at samtykkja verandi uppskot til nýskipan.