Velja vakrastu seyðir

Sýnarar frá Búnaðarstovuni hava verið úti um landið og sýnað tey lombini og teir veðrarnar, sum fingu bestu virðislønirnar á teimum lokalu seyðasýningunum. Teir hava tikið videofilmar av øllum hesum seyðum.

Fríggjakvøldið klokkan 19 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har ymiskt um seyð er á skránni, og har videofilmarnir verða vístir, meðan greitt verður frá um sýningarnar.

Til seinast verður kunngjørt, hvørji lomb og veðrar eru vakrast, og steyp verða latin vinnarunum.