Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vejle hevði møguleika at økja um 10-stigs leiðsluna ígjár, tá teir tóku móti Skive á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle.
Talan gjørdist um ein heilkiksara, tí Vejle tapti 1-2 móti skibonittunum, og ein gyltur møguleiki at økja um frástøðuna til Fredericia og Viborg datt á gólvið. Skive var á odda 2-0 í steðginum.
Fredericia spælir í kvøld á útivølli móti HB Køge, og Viborg tekur móti Roskildi í morgin. Vinna Fredericia og Viborg sínar dystir er leiðslan hjá Vejle í oddinum stytt niður í sjey stig.
Viljormur fær ov sjáldan spælitíð fyri Vejle fyri tíðina, hóast hann hevur nógvar altjóða royndir, og hevur verið drúgvur fyri Vejle síðani 2013. Ígjár fekk Viljormur heldur onga spælitíð.
Rumenski venjarin hjá Vejle, Constantin Gâlcă sigur við lokalu miðlarnar í Vejle-økinum, at hann tekur fulla ábyrgd fyri tapinum.
Leygardagin spælir Vejle móti Kolding á útivølli. Dysturin byrjar klokkan 12.