Hóast einki oljuvirksemi er á føroyska landgrunninum í løtuni, so koma veitingarskip frá Hetlandsleiðini javnan til Føroya at skifta manning.
Tað hendi so í vikuni, tá spildurnýggja og stóra veitingarskipið Caledonian Victory kom á Havnina. 14 mans komu við leiguflogfari úr Aberdeen, sum loysa teir 14 av, sum fóru aftur til Aberdeen við sama leiguflogfari. Veitingarskipið, sum er bygt í 2006, men vera tað størsta av sínum slag, sum hevur vitjað føroyska havn. Tað er 92 metrar langt og er leigað út til Clairoljukelduna vestan fyri Hetland. Clair varð funnið í 1978 og ikki fyrr enn í 2005 varð farið undir at taka fyrstu oljuna upp. Í løtuni verður arbeitt við at fara undir at byggja út til framleiðslu enn ein part av hesi risakeldu, sum er tann størsta einstaka oljukeldan á bretskum øki. At bretsk veitingarskip í frálandavinnuni javnan skifta manning í Føroyum leggur so nakað av pengum eftir seg her til eitt nú Tórshavnar Havn, flogvøllin í Vágum og til havnaagentin, sum í hesum førinum er Faroeship. Tað er oljufelagið BP, sum er fyristøðufelag á Clair.