Veit ikki hví hann er sagdur úr starvi

?Hetta er eitt sindur óvirðiligt fyri meg, tí enn er tað bara í fjølmiðlunum, at eg havi frætt, at eg eri sagdur upp, sigur Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálastýrinum

 

Uppsøgn


? Eg má viðganga, at eg føli meg eitt sindur óvirðiliga viðfarnan, tí enn havi eg onki frætt sjálvur. Enn er tað bara í fjølmiðlunum, at Sámal Petur í Grund hevur boðað frá, at hann hevur sagt meg upp.

Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum, dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur ørkymlaður av tí, sum er hent, síðani Sámal Petur í Grund bleiv landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Í farnu viku vistu fjølmiðarnir at siga, at Sámal Petur í Grund hevði koyrt Høgna Joensen frá sum aðalstjóra í Almanna- og heilsumálastýrinum.

Samstundis var Maria á Dul sett at røkja starvi fyribils.

? Hetta má so undir øllum umstøðum vera ein misskiljing, tí eftir galdandi skipan ber ikki til at hava tveir aðalstjórar, og eg eri ikki formliga sagdur upp.

Men tíðindini í fjølmiðlunum eru samstundis tað einasta, sum Høgni Joensen sjálvur veit um málið.

Í gjáramorgunin hevði hann onga uppsøgn fingið og tá var hann framvegis til arbeiðis sum aðalstjóri.

Kortini kemur uppsøgnin ikki heilt óvart á hann.

? Tað var beinanvegin, Sámal Petur í Grund var komin í starvi, at hann boðaði mær frá munnliga, at hann fór at virka fyri at fáa ein annan aðalstjóra í Almanna- og heilsumálastýrið, sigur Høgni Joensen.

?Sámal Petur í Grund segði mær, at hetta var eitt mál, sum hann, og løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, arbeiddu við. Men eg fekk onki at vita um, hví eg skuldi sigast upp.

Høgni Joensen sigur, at tað undrar hann ikki, at Løgmansstjórin er uppi í leikinum.

? Marjun Hanusardóttir hevur alla tíðina borið agg til mín. Tað er alment kent í kjarnuni í miðfyrisitingini, at hon hevur alla tíðina viljað havt meg burtur. Sámal Petur í Grund er triði landsstýrismaður, eg arbeiði undir, sum aðalstjóri og Marjun Hanusardóttir hevur roynt at fáa teir allar at siga meg upp.

Høgni Joensen sigur, at hann hevur ongantíð fingið at vita, hví Løgmansstjórin hevur so ilt eyga á honum.

? Men Sámal Petur í Grund varð so landsstýrismaðurin, sum eftirlíkar ynskinum.


Ávísir trupulleikar

Høgni Joensen Joensen viðgongur, at tað hava verið ávísir trupulleikar í Almanna- og heilsustýrinum, men hann vil ikki útgreina hetta nærri.

?Men í samrøðu við Dimmalætting herfyri upplýsti Sámal Petur í Grund sjálvur, at hann hevði havt fund við aðalstjóran og tveir deildarstjórar, og at báðir deildarstjórarnir høvdu boðað honum frá, at á teirra deildum vóru viðurskiftini komin í rættlag, eftir at ymsar broytingar vóru gjørdar.

? Á teirri triðju deildini eru trupulleikar, tí deildarstjórin hevur sagt upp og samstundis eru tveir løgfrøðingar farnir í onnur, áhugaverd størv.

Høgni Joensen heldur tí, at tað er misvísandi at tosa um ruðuleika á Almanna- og heilsumálastýrinum, sum tað er gjørt í fjølmiðlunum, tí heildarmyndin er, at landsstýrismaðurin hevur fingið at vita frá deildarstjórunum, at á tveimum av trimum deildum eru skipað viðurskifti.

? Men tað er er onki dulsmál, at tað er strævið at arbeiða í Almanna- og heilsumálastýrinum. Tað er heldur onki dulsmál, at útskiftingin hevur verið stór, men starvsfólkatalið er sanniliga eisini nógv økt.


Óvirðiligt

Høgni Joensen dylir ikki fyri, at hann følir tað eitt sindur óvirðiligt, at verða sagdur upp í fjølmiðlunum.

? Hetta er neyvan heldur í samsvari við tann flott orðaða starvsfólkapolitikkin, sum Løgmansstjórin læt úr hondum herfyri.

? Tá ið embætisfólk verða søgd úr starvi, eru tað ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast. Eitt nú skal ein haldgóð uppsagnargrund til, tí tað er ólógligt at siga fólki upp, uttan eina haldgóða orsøk. Somuleiðis hevur embætisfólkið hoyringsrætt, áðrenn uppsøgnin verður endaliga sett í verk.

Høgni Joensen sigur, at enn hevur hann onki sæð til nakað av hesum.

Høgni Joensen sigur, at kunnu tey, sum eru yvir honum, vísa á eina veruliga orsøk til at koyra hann frá, má hann sjálvandi taka tað til eftirtekar.

? Men fái eg ikki eina uppsagnargrund, sum eg kann góðtaka, fari eg sjálvandi víðari við málinum, eisini í rættin, um tað verður neyðugt.

? Tað, sum higartil er farið fram, er er ikki serliga tryggjandi fyri rættartrygdina og eg haldi, at tað er uppgávan hjá hvørjum einstøkum at gera sítt til, at galdandi lógir verða hildnar, sama hvør ein er. Tað ber ikki til, at einstaklingar skulu kunna fara við fólki, sum tey vilja.

Sjálvur veit hann ikki, hví hann skal sigast upp.

? Møguliga er tað ein trongd hjá landsstýrismanninum at vísa virkisfýsni og fastleika í umsitingini, sum liggur aftanfyri eg veit ikki, sigur Høgni Joensen.

Annars hevur Sámal Petur í Grund sagt, at hann fer at bjóða tær aðrar uppgávur í Almanna- og heilsuverkinum. Fert tú at taka av tí?

?Tað veit eg ikki. Men eg haldi, at tað hevði sømt seg betur at tosa við meg um tað, áðrenn hann boðaði fortaldi fjølmiðlunum tað. Fái eg eitt starv, sum eg haldi vera betri enn at vera aðalstjóri, taki eg kanska av. Annars fái eg onki sagt um tað, tí eg veit ikki, hvat landsstýrismaðurin hugsar um.

? So leingi, eg onki veit, fái eg onki gjørt við málið. Og í mínari verð er hetta eitt mál, sum gongur í fjølmiðlunum. Men tá ið eg fái okkurt ítøkiligt, fer tann prosessin ígongd, sum eigur at fara ígongd, sigur Høgni Joensen.

Høgni Joensen hevur verið aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum í trý ár. Áðrenn hevði hann verið stjóri á Landssjúrkahúsinum síðani 1989.