Veiðimenn í jollu sendu út neyðarkall

Tað er ikki so sjáldan, at grønlendingar koma sær illa fyri í jollum, men í hesum føri endaði alt væl.

 

 

Seinasta sunnudag noyddust Aasiaat Radio, Grønlands Politi og Arktisk Kommando til arbeiðis, tí Arktisk Kommando hoyrdi eitt veikt neyðarkall á kanal 16 á VHF'inum. Tveir tímar seinnu vórðu tvey fólk, sum vóru farin á veiðiferð í einari jollu, bjargað í øllum góðum.

Tað var so heppið, at sjóverjuskipið - Knud Rasmussen - var í Aasiaat, tá mayday-boðini komu úr økinum sunnan fyri Aasiaat. Sjóverjuskipið setti beinanvegin kós móti leiðini, haðani neyðarkallið kom, og tá fleiri neyðarkall komu leypandi, kundi skipið peila seg neyvari inn á leiðina.

At enda var Knud Rasmussen so tætt hjá teimum neyðstøddu, at tað bar til at samskifta beinleiðis við tey og soleiðis finna fólkini, har tey vóru. Eftir stuttari leiting í økinum, og tey neyðstøddu at enda sóu skipið ærkast, kundu tey hjálpa sjóverjuskipinum at sigla beint á tey.

Skjótt vórðu bæði jolla og fólk funnin.

Veðrið á leiðini, har jollan var stødd, var versnað, og sýnið var vánaligt. Tá fólkini í jolluni royndu at finna heim aftur til Aasiaat, brendi tangin tómur, og tey fingu ikki siglt meira. At enda søktu tey sær lívd í einari smáttu í fjørðinum, og tey vóru eftir umstøðunum væl fyri, tá hjálpin kom.