Veiðan hjá útróðrarmonnum í Noreg má skerjast

- Vit skilja ógvuliga væl, at tað er trupult at avmarka veiðina eftir útróðrarfiski, tí tað eru teir smæstu bátarnir, sum verða tá raktir, sigur Kjell Nedreaas

Fyri at bjarga toskinum, sum er fram við landi úr Stadt til Finnmørkina, er neyðugt at minka veiðina við eini helvt.

Tað heldur norski Havgranskingarstovnurin.

Altjóða Havgranskingarstovnurin ICES mælir hinvegin til, at veiðan eftir smáfiski á hesum leiðum verður steðgað.

Kjell Nedreaas, sum stendur fyri kanningum av hesum fiskastovni, sigur, at útróðrarmenn veiða eini 30.000 tons úr honum um árið.

- Tað er bert 5.000 tons minni, enn veiðan var, tá vit fyri trimum árum síðan mæltu til at minka veiðina við eini helvt.

Aftrat skrásettu veiðini í økinum, er væntandi, at norskir frítíðarfiskimenn fiska eini 10.000 tons, meðan útlendsk ferðafólk fiska umleið 1.000 tons.

- Vit skilja ógvuliga væl, at tað er trupult at avmarka útróðrarvinnuna, tí tað eru teir smæstu bátarnir, sum verða tá raktir.

Kjell Nedreaas sigur, at møguleikin fyri, at útróðrartoskurin norðanfyri 62 breiddarstig kollapsar næstu tíggju árini, um veiðan heldur fram, er eini 20% stórur.

- Støðan er álvarsom, tí vit síggja lítið av toskayngli á hesum leiðum, sigur Kjell Nedreaas.